Atlantsflog slakar sjey milliónir í halli

Úrslitið hjá Atlantsflog fyrsta ársfjórðing í ár var eitt hall upp á 6,9 milliónir krónur. Eftir skatt var úrslitið 5,7 milliónir krónur í halli. Í apríl kostaðu øskuskýggj felagnum fimm milliónir krónur, sigur Magni Arge.

- Samlaða framleiðslan hjá felagnum fall 55 prosent samanborið við fyrsta ársfjórðing í 2009. Meginparturin av minkingini stóðst av, at leiguflúgvingin minkaði 89 prosent. Tyrluvirksemið í frálandavinnuni vaks í vetur, men er framvegis lægri enn sama tíðarskeið í fjør, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Víðari vísir flogfelagið á, at inntøkurnar frá rutuflúgvingini vóru betri enn væntað. Samlaða ferðafólkatalið fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2010 við rutuflogførunum var 36.000, sum var á leið tað sama sum sama tíðarskeið í fjør. Ferðslan á páskum gjørdi góðan mun í hesum sambandi.

- Undan eldgosinum í Íslandi vístu bíleggingarnar hjá felagnum eina positiva gongd, og tann gongdin heldur fram, men í apríl og lutvíst í mai hava øskuskýggj darvað flúgvingini nógv, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Úrslitið av vanliga rakstrinum var 6,8 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við 11,6 mió. kr. í 2009. Samlaðu inntøkurnar fyrsta ársfjórðing í ár vóru 79 mió. kr. samanborið við 101 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør ella 22 prosent minni.

Fleiri stig eru tikin at tillaga kapasitetin hjá felagnum, minka um flotan og avmarka kostnaðir, og felagið heldur fram at rationalisera raksturin.

- Vit eru sannførd um, at vit eru á rættari leið at laga felagið til minkaða virksemið. Vit síggja, at tað gongur rætta vegin við bíleggingunum, men úrslitið í ár verður merkt av teirri órógv, sum øskuskýggj hava skapt og kanska fara at skapa í framtíðini. Í apríl kostaðu øskuskýggj felagnum fimm milliónir krónur, sigur Magni Arge.

Felagið fegnast um, at farið varð undir at leingja flogvøllin í Vágum í mai. Atlantic Airways væntar at fáa sítt fyrsta Airbus 319 flogfar í flotan í mars 2012.

Eginpeningurin hjá felagnum var 31. mars 211 mió. kr. og solvensurin 51 prosent.