Tá íslendski virðisbrævamarknaðurin letur upp 1.juli, verður Eik Banki við í íslendska OMX Iceland 6 vísitalinum ? Atlantic Airways rýkur tá út. Vísitalið er sett saman av seks teimum mest handlaðu partabrøvunum á íslendska marknaðinum. Men síðani tað gjørdist greitt, at Føroya Landsstýri ikki fór at selja ein ella báðar av hinum triðingunum í Atlantsflogi, hevur lítil og eingin aktivitetur verið við partabrævinum. Eingin vil keypa og eingin vil selja.
Hetta man vera orsøkin til, at Eik banki nú tekur plássið hjá Atlantsflogi. Eik partabrævið er í hesum døgum lágt í kursi, men hetta ger hinvegin partabrævið attraktivt at keypa, og tí er nógvur aktivitetur við Eik partabrævinum, sum nú also hevur fingið pláss í íslendska OMX Iceland 6 vísitalinum.