Atli Dam: ­ Frágreiðingin er ov grunn

Frágreiðingin, sum komin er um bankakanningina, er ov grunn, metir Atli Dam. Hann heldur, at sokallaði Føroyabólkurin er sloppin alt ov lætt burtur úr hesum málinum

Teir stóru bandittarnir eru teir, sum lótu í pottin til greytin, ið nú er kókaður. Nevniliga tann sonevndi Føroyabólkurin, sum vóru embætismenninir, sum løgdu alt til rættis longu í 1991.

Og hesir eru slopnir alt ov væl burtur úr kanningini, sigur Atli Dam í stuttari viðmerking.

Atli Dam heldur tað vera gleðiligt, at Føroyar hava fingið eitt slag av æruuppreisn, sum hann tekur til. Men spurningurin er so, hvat vit fáa brúkt tað til í praksis. Tí æruni fáa vit ikki goldið nakra skuld við.

Atli Dam metir, at málið má loysast politiskt. Og hann heldur, at ein rímulig loysn av málinum hevði verið eitt trýbýti av parti av føroysku skuldini.

Vit kunnu ikki sleppa okkum undan, at vit eiga ein part av samlaðu skuldini sjálvir. Einar Tvær milliardir. Men restina vil hann halda, at Føroya føroyingar, danski staturin og danski fíggjarheimurin eiga at býta sínámillum. Og verður ikki møguligt at fáa Den Danske Bank at verða við, má Tjóðbankin taka tann partin, heldur Atli Dam.

Atli Dam sigur, at tað hevði verið rætt, um kanningin byrjaði longu í 1991 við Føroyabólkinum, sum rak politikkararnar í rætt og í grundini gjørdi við teir, sum hann vildi.

Serliga tí Ráðgevandi nevndin ongantíð vildi tosa við táverandi Landsstýri um bankarnar og Fiskasøluna.

Atli Dam heldur lítið um tosið um, at danir hava hjálpt føroyingum í hesum málinum.

»Ein hjálp, sum ikki er umbiðin, men kroyst niður yvir ein við revolvara fyri pannuni, er eingin hjálp, men uppílegging.«

Atli Dam sigur, at teir vistu einki um aktivitetirnar hjá Ejgil Mølgaard, stjóra í Figgjareftirlitinum og Den Danke Bank, sum nú eru komnir fram.

Hann sigur, at nevndin í Sjovinnubankanum bað um miðjan september í 1992 stjóran í Figgjareftirlitinum fara í Tinganes at tosa við Landsstýrið um støðuna hjá Sjóvinnubankanum. Men tað vildi hann ikki.

Einar 14 dagar seinni var han kortini fúsur at tosa við Landsstýrið, men tá var støðan ein onnur. Og úrslitið av henni kenna øll.