Atli: Dysturin skuldi ongantíð verið spældur

Tað sigur liðskiparin hjá Víkingi. Dómarin umhugsaði at avblása dystin

Í gjár var 24. umfar í Betri deildini hjá monnum. Í Gøtu spældu Víkingur og B36 javnleik 1-1 í nógvum vindi. Liðskiparin hjá Víkingi helt í dag fyri, at dysturin ongantíð skuldi verið spældur.

 

- Dysturin skuldi ongantíð verið spældur. Vit mugu gevast at spæla í slíkum veðrið. Tað verður bara verri sum tíðin gongur, sigur Atli Gregersen í útvarpssending hjá Kringvarpinum í dag.

 

Hann helt fyri, at tíðin er komin at kappingarárið endar fyrr á árinum, so vit sleppa undan at avgerandi dystirnir verða spældir í ringum veðrið. Dómari í dystinum í Gøtu var Dagfinn Forná, hann sigur við ÍtróttarSosialin, at hann umhugsaði at blása dystin av mitt í seinna hálvleiki.

 

- Eg metti, at tað var so mikið nógvur vindur akkurát tá, at tað faktist ikki var spælandi. Tað var serliga tá hvirlurnar vóru, at tað ikki var spælandi, sigur Dagfinn Forná.

 

Eftir at hava tosað við liðskipararnar hjá Víkingi og B36, so valdi dómarin at lata dystin halda fram eina løtu. Tað endaði við javnleiki 1-1.

 

- Eg haldi ikki, at dysturin skuldi verið spældur. Tað tænti ongum endaspælið og tað bleiv eisini vandamikið at spæla, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.

 

Les eisini: (FM1) Samrøða við Jákup á Borg 

 

Tað er líkt til, at kjakið um at broyta leistin í landskappingini aftur verður á skránni í framtíðini.