Atli Gregersen greiddi sína uppgávu til lítar í gjár, tá miðverjin ferð aftaná ferð noyddist í luftdystir við norðurírsku mótstøðumenninar.
Í fyrra hálvleiki tapti hann hinvegin fleiri nærdystir móti Kyle Lafferty, men føroyingurin stóð seg betur í seinna hálvleiki.
– Eg lærdi í fyrra hálvleiki, at eg hoppaði ov tíðliga, og tí varð eg oftast ov stuttur. Eg spældi meg upp, sum tíðin gekk, og var oftast fyrstur á bóltinum í seinna hálvleiki, sigur Atli Gregersen, sum staðfestir, at hansara leiklutur passaði honum væl.
Lafferty javnaði fyri Norðurírland í gjár. Framherjin sneiddi fýra føroyingar av, áðrenn hann sendi bóltin avstað. Umvegis stólpan tryggjaði hann norðurírum eitt stig.
Fróði Benjaminsen, liðskipari, harmast.
– Vit skuldu fingið bóltin av Lafferty, og tað er keðiligt, at vit ikki fáa steðga honum. Men hinvegin, teir høvdu fleiri upplagdar møguleikar, sum teir ikki fingu mál uppá, vísir Fróði Benjaminsen á.
Kyle Lafferty var mest eyðsýndi norðurírin í gjár. Hann hótti støðugt føroysku verjuna.