Í januar søkti Nes kommuna eftir arbeiðsfólki/ handverkarum at starvast í tekniska toyminum hjá Nes kommunu, og inn komu fýra væl skikkaðar umsóknir.
Á bygdaráðsfundi seinasta mánakvøld varð samtykt - eftir tilmæli frá setanarbólkinum - at seta Atla Joensen og Høgna Petersern í starv sum handverkarar í tekniska toyminum hjá Nes kommunu.
Teir byrjaðu í starvinum í morgun. Í hesum sambandi skipaði kommunan fyri lítlari móttøku, har borgarstjórin, tekniski leiðarin og arbeiðsformaðurin bjóðaðu nýggju monnunum vælkomnum.
Tað siga tey í Nes kommunu í dag, sum hava lagt viðheftu mynd út á sína heimasíðu.