Danska 1. deildarfelagið Frem hevði í gjár vitjan av Herfølge, og tað eydnaðist gestunum at fara til hús við 4-3 sigri. Frem legði seg á odda longu í 7. minutti, men fyri hálvleik var Herfølge frammanfyri 2-1. Frem javnaði bæði til 2-2 og 3-3, men í síðstu løtu skoraði Herfølge sigursmálið. Nú tað resta trý umfør sær støðan hjá Atla Danielsen og liðfeløgunum ikki sørt hættislig út. Frem er nummar ellivu við 29 stigum. Nummar 14, 15 og 16 flyta niður.