ATLI Pæturssonur DAM in memoriam

Hugstoytt og sera sárt er at skulla siga heilhjartaðum studentavini og idealistiskum partamanni farvæl fyri síðstu ferð. Vit hava kenst í næstan hálva øld ? vit hava prátað saman, skemtað, og ofta vitjað hvønnannan, hóast stóra geografiska distancu! Nú Atli ikki er meira, ? eri eg so forharmaður, at orð kunnu ikki siga frá tí!
Tíðliga fyrrapartin sjeynda februar tosaðu vit eina góða løtu í telefon, sum vit javnliga plagdu, og fyrst og fremst skiftu vit orð um tað brandaktuella fólkatingsvalið, sum skuldi vera dagin eftir. Hann var væl hýrdur, fullur av stríðshuga, men avbera spentur og kanska eitt lítið sindur stúrin um, hvussu valúrslitið fór at verða ? hann fregnaðist nógv um donsku valorrustuna og harmaðist um døpru útlitini hjá danska brøðraflokkinum. Men so herdi hann seg í huganum og fortaldi, hvussu aktivt hann sjálvur eggjaði tí yngra javnaðarliðinum og agiteraði gjøgnum telefon, helst tí hann intuitivt grunaði, at mobiliseringin ikki var nóg effektiv!
Hann kundi ikki vera óheftur eygleiðari av valdysti, men mátti luttaka og brynja seg ? ein so sterkur og so eldhugaður solidaritetur er treytaður av nógvum adrenalini! Tað er væl hugsandi, at tað hevur staðið so nógv á honum, at hann mentalt hevur overvað seg!
Ið hvussu er og ikki ? minni enn tíma eftir okkara samrøðu, havi eg seinni frætt, mátti hann fara á sjúkrahúsið og kom ikki heimaftur á lívi!
Tað varð ofta tikið til um pápa Atla, Petur Mohr Dam, at hann var homo politicus burturav. Tað mest politiska menniskja, Føroyar hava fostrað! Men júst tí, at pápin stórt sæð livdi og doyði fyri politikki, fekk Atli frá barnsbeini ta mest systematisku politisku uppaling, sum nakar føroyingur hevur fingið! Tessvegna var heldur eingin, sum var betri fyrireikaður til eina politiska karrieru enn hann.
Kortini helt hann gerandisdagin í uppvøkstrinum vera mest sum ov politiskan viðhvørt. Hann hevur sjálvur fortalt, at tað ikki var heilt sørt av eskapismu í, at hann valdi polyt ? framum polit-lesnaðin!
Frá Herlufsholm til Falkonércentrið
Oh alte Burschenherrlichkeit Wohin bist du entschwunden?
Atli tók matematiskt studentsprógv í 1952 frá Danmarkar avgjørt besta gymnasium, tí heiðurskrýnda kostskúlanum, Herlufsholm, sum var settur á stovn 1566 av hjúnunum Herluf Trolle og Birgittu Gøye í einum fyrrverandi benediktinarakleystri, sum tey høvdu makaskift við kongin, Fríðrikk Annan. Allarelstu partar av teimum hábærsligu miðaldarbygningunum eru frá 12. øld. Hjúnini vóru av mætum aðalsfólki, men barnleys. Hann var ríkisadmiralur og Birgitta var sera ognarrík og hartil mentað kvinna, sum hevði stóran áhuga fyri undirvísing og upplýsningi. Tey gjørdu av, at tey vildu geva góðs og garð til ein lærdan skúla fyri ?menige ædlingers og andre menige mænds børn i Danmarks rige".
Tey trý árini hjá Atla í hesum søguliga umhvørvi og stak vakra landslagi í tí saftiga suðursælendska feitilendinum við Næstved vóru spennandi, fruktagóð og andiliga mennandi. Hann tosaði ofta og sera fegin um ta avbera stimbrandi og stuttligu gymnasiutíðina. Serliga væl dámdi honum tær føgru og villu skógirnar nærhendis tí romantisku Súsánni, sum rennur tætt fram við skúlanum.
Lærararnar helt hann vera framúrskarandi ? tað vóru menn, sum gloppaðu ungdómi dyrnar til klassiskt dannilsi og kontemplativt erkennilsi eftir Goethe-uppskrivt. Orðið kontemplativt brúkti Atli sjálvur ofta um sítt lívssýni! Næmingarnir harafturímóti drógu ikki beinleiðis somu línu sum Atli. Teir vóru flestallir ríkmannasynir frá donsku yvirstættini og alt annað enn javnaðarmenn. Atli hevði kortini samband við nógvar av hesum monnum alt lívið. Seinast teir hittust var fyri góðum tveimum árum síðani (summarið 2002), tá ið klassin hevði 50 ára studentagildi.
Tað er eingin loyna, at eitt danskt studentsprógv gevur víðari sjónarring og munandi størri intellektuelt viðføri enn eitt føroyskt prógv. Tað vardi altíð eina tíð, áðrenn ?heimføðingar" av VBV komu á niveau við teir, sum høvdu fingið danskt artium. Atli skuldi ikki akklimatiserast til Burschenleben ? hann var longu scenuvandur og í orðsins besta týdningi millum allarkátastu og mest mentaðu synir Minervu. Hann gjørdist aldri hvørki heimføðisligur nationalistur ella bornertur smáborgari ? var tvørturímóti víðskygdur heimsborgari.
Danska partablaðið Socialdemokraten hevði samrøðu við hann longu tíðliga í 50 unum, tá ið hann sum blaðungur studentur gjørdi politiskt vart við seg á kongress (landsfundi) hjá danska javnaðarflokkinum, har hann umboðaði føroyskar javnaðarmenn. Hann kendi fleiri av donsku oddamonnunum frammanundan, eitt nú Viggo Kampmann, sum var vinmaður Petur Mohr Dams, men í so frálíkum politiskum umhvørvi fekk hann persónligt samband við nógvar aðrar og seinni leiðandi socialdemokratar, so sum H.C. Hansen, Erhard Ja-cobsen, Jens Otto Krag, K.B. Andersen og studentajavnaldran Knud Heinesen. Teir tríggir síðstnevndu royndust honum, sum frá leið av allarbestu persónligu vinmonnum ? Atli var ein heilan mansaldur javnligur gestur á landsfundi hjá donskum javnaðarmonnum, oftast í Falkonércentrinum, og hann treivst einastandandi væl millum hesar mentaðu hugsjónarmenn!
Burschenschaft
Nie kehrst du wieder goldne Zeit So froh und ungebunden
Atli og Ása hittust í studentatíðini og giftust longu miðskeiðis í 50 unum. Tað er ikki øllum givið at kunna syfta ta truplu fusiónina millum tað óbundna studentalívið og tað borgarliga hjúnabandið, og tá í tíðini var tað heilt sjáldsamt.. Men tey bæði tóktust leingi at hava funnið eina skilagóða pragmatiska symbiosu millum tvinnar krevjandi kulturar.
Tað fjølbroytta studentalívið í 50 unum var als ikki berur romantikkur, heldur var tað spartanskur og fátæksligur gerandis-dagur, ? lestrarveiting, so sum SU, fanst næstan ikki ? tí máttu tey flestu arbeiða afturvið lesnaðinum! Atli hevði nógv ymisk studentaarbeiði og kom soleiðis í alskyns donsk lønmóttakaraumhvørvi, har hann í mangari dialektiskari samrøðu við sáttlig og rótfest donsk fakfelagsfólk fekk stimbrað, staðfest og konsoliderað sína javnaðar-ideologi.
Aftaná mangt studentabaks ?arvaði" hann starvið sum redak-tiónsboð á Berlingaranum frá partamanninum, Jóhan Nielsen ? hetta var spennandi náttarkjansur, sum gav innlit í bæði blaðarbeiði og politiskt handverk, umframt góða løn, men tað bleiv lítil svøvnur, og vónleyst var at lesa undir slíkum umstøðum. So eftir góðum tveimum árum gavst hann á ?Afturhaldstíðindi", sum hann ironiskt tók til!
Tíðliga í 50-unum sá eg onkuntíð Atla, tá ið feðgarnir Dam komu inn á gólvið hjá okkum í Jónas Broncksgøtu, eitt nú, meðan bíðað var eftir ferðaskipi, sum skuldi til Danmarkar. Eg var bara hálvvaksin tá, og góð fimm ár var aldursmunurin, so ?prátið" var rættiliga avmarkað!
Men afturfyri kom orðaskiftið okkara í lag nøkur ár seinni, og tann dialogurin hevur staðið við síðani, ? meira og minni dialektiskt í næstan hálvtrýss ár, telefoniskt, brævliga ella vis?à ?vis!
Vit komu at kennast av álvara summarið 1958. Sum fyrr nevnt, las Atli verkfrøði, og gjørdist eisini verkfrøðingur, men megináhugi hansara var avgjørt samfelagið og socialt rættvísi ? eg hevði ikki áður møtt manni við so sterkari socialari indignatión ? hann var ótrúliga politiskt hugaður, fylgdi sjáldsama væl við í bæði donskum og føroyskum politikki, og hevði politiska vitan sum eingin annar føroyskur útiseti.
Rokmikil gerandisdagur
Vergebens spähe ich umher Ich finde deine Spur nicht mehr
Hann búði í hugnaligum Lejerbo-býli á Arnold Nielsens boulevard í Hvidovre, har Ása var lærarinna. Hann var ikki sørt errin av hesum vælskipaða og krútsterka socialdemokratiska umhvørvi og fortaldi ofta fólki, at partamenninir leingi høvdu havt reinan meiriluta á javnaðarborgini Hvidovre! Vit eru ein ovurstórur skari av fólki, sum hava sitið væl í Atlastovu og hava nógv hugnalig og stuttlig minnir frá mongum symposium í Hvidovre!
Men politikkur var næstan altíð á lofti. Serliga hugtikin var hann av teimum báðum javnaðar? politikarunum Willy Brandt, sum stríddist í Berlin og Jens Otto Krag, sum kýtti seg móti afturhaldi í Fólkatinginum. Hann kundi tosa eitt heilt kvøld um hesar socialdemokratisku undangongumenn! Ofta citeraði hann ella las úr tí idealistisku skránni ?Fremtidens Danmark", Krag hevði skrivað! Tað var valabókin hjá Atla! .
Atli var dynamiskur studentur og megnaði ófatuliga nógv í sínum turbulenta gerandisdegi. Tíðliga á morgni hópaðust hann og Hvidovre?grannin Svend Thulesen í durunum til barnastovnin, har báðir studentarnir komu við sjógv á baki og hvør síni dóttir. So drønaði hann heilt norður til Hellerups, har hann beint tá var farin at undirvísa á einum privatskúla fyrrapartin; seinnapartin fór hann til fyrilestrar á Nørrebro, og um kvøldið luttók hann dúgliga í nógvum føroyskum útisetalívi í miðbýnum, bæði í studentafelagnum og føroyingafelag. Hann sást mangan í Neystinum, sum tá lá í Nordhavn og í ítróttarfelagnum í Valby ella á Amager. Hann spældi fótbólt á Kløvermarken við føroyska liðinum. Og tá ið gamla fótbóltsidol hansara, javnaðarlæknin, Knud Lundberg spældi, var hann trúgvur áskoðari í Ítróttarparkini úti á Eystarubrúgv og helt sjálvandi við AB. Lesast mátti um náttina!.
Hann vitjaði ofta á donsku javnaðarstovuni, sum tá lá á Rosenørns allé ? hann kendi næstan hvørt skrivstovufólk persónliga! Hann var nógv inni á Christiansborg og lurtaði eftir sínum javnaðarfyrimyndum! Hann luttók á limafundum í ymsum lokaldeildum av danska javnaðarflokkinum í øllum Keypmannahavnar amti! Á studentamatstovuni, tí viðgitna Kannibalinum var Atli næstan dagliga og debatteraði ótroyttiliga við sínar nationalistisku mótstøðumenn! Og loysingarmenninir sluppu heldur ikki so ? um kvøldið fingu teir ofta av at vita niðri á ?Det lille Apotek, " sum tá í tíðini var mest vitjaða kvøldstova hjá føroyskum studentum. Atli var stutt sagt legendariskt kendur sum stinnur og treystur debattørur!
Slóðbrótari og eminentur debattørur
Oh jerum jerum jerum
Oh quae mutatio rerum
Allastaðni fekk hann idéir og inspiratión til tað politiska orða-skiftið! Altíð hevði hann við sær skriviamboð og -blokk, so hann fekk skrivað niður og arkiverað alt, sum hevði relevans. Hann akkumuleraði alsamt informatión, sum onnur ikki gáaðu eftir ella lupu um. Hann las 2-3 avísur um dagin! Harafturat tók hann sær stundir til at røkja intensivt brævasamband við P.M. Dam, Villa Sørensen og fleiri aðrar javnaðarmenn! Hann var tí fastur fúsur við posti annaðhvørt fríggjakvøld á ?Kabússuni" í Strandgade, har fólk hittust, tá ið Tjaldrið fór til Føroya.
Hann var eitt sindur meira mobilur enn hinir studentarnir, ? hann koyrdi knallert, meðan vit aðrir vóru á hjólrossi. Fasti attributtur hansara var tann eyðkenda bláa knallertin. Atli og bláa vóru ofta við at hokna, so fullrokað vóru tey við dýrandi fullum tægum av rúgvismiklum politiskum tilfari, ? bókum, brøvum, bløðum og politiskum skjølum. Var tað so onkur, sum andøvdi móti honum, læt Atli skundisliga ta einu tæguna upp og blaðaði ófatuliga skjótt fram á júst tað citatið ella tað argumentið, sum avgjørdi málið! Hann var fullur uppundir hendur við søguligum javnaðarargumentum!
Um heystið 1958 eydnaðist fyri fyrstu ferð javnaðarstudentum við Atla á odda at gerast størsti bólkur á einum politiskum valfundi í studentafelagnum. Hetta vísti seg at vera ein realistisk prognosa, tí stutt eftir frættu vit, at javnaðarflokkurin eisini vann sjálvt løgtingsvalið heima í Føroyum.
Eftir hetta sigursvalið, sum slóðaði fyri, at pápi hansara gjørdist løgmaður, var Atli næstan euforiskur í sínum bjartskygdu framtíðarperspektivum. Hann var sum ein hvirla og gjørdi alt fyri at informera øll útisetaumhvørvi um teir risastóru reformar, sum tann nógv umrødda 190 millióna?ætlanin skuldi føra til. Hann hevði veldugar visiónir eins og Viggo Kampmann á sinni um, at tað við danskari hjálp skuldi skapast eitt socialistiskt mynstursamfelag í Føroyum. Herviligt var tí vónbrot hansara, tá ið hitt sonevnda sjálvsstýrislandsstýrið varð skipað eftir valið í 1962, hóast javnaðarflokkurin vann valið.
Tað er einastu ferð, vit hava hoyrt ella sæð Atla verið merktan av mistreysti. Hann hevði investerað so nógva andiliga orku í røður, skriving, fundarhald og alskyns agitatión, at frustratiónin var lemjandi. Eg minnist, at hann sarkastiskt helt fyri, at kanska átti man heldur, sum tey flestu at farið og hugsa um sítt egna lítla univers og ?bara stremba eftir sjálvur at hava tað materielt gott" (citat)! Slík materialisma og egocentriskur lívsstílur vóru annars Atla fjart, og tað var sjálvsagt heldur ikki tað, hann reelt vildi ella kundi.
Vit, sum hjástødd vóru, royndu eftir førimuni at kyrra hann við, at koalitiónin valla fór at gerast annað enn ein parentes í føroyskari søgu uppá maksimalt fýra ár, og so fór Petur Mohr Dam helst at venda styrktur aftur! Atli loftaði sær skjótt og fann politiska fótafestið aftur, og tey fylgjandi árini var hann drakoniskur og náðileysur í síni andstøðu móti tí hjálparleysa sjálvsstýrislandsstýrinum og tess útisetaverjum.
Politiskir smokkuleggar
Polariseringin millum javnaðarflokkin og teir nationalu flokkarnar, serliga tjóðveldisflokkin var hesi árini líka so gróthørð og eirindaleys sum beint eftir kríggið. Tað var bládýpi millum tað sociala vælferðarsamfelagið, javnaðarmenn vildu byggja, og tað ábyrgdarleysa armóðsríkið, aðrir ætlaðu, at føroyingurin skuldi smyrja seg við
Atli gjørdist oddamaður fyri eina hvassa og konsekventa útisetaandstøðu, bæði í studentafelagnum og í føroyingafelag móti einum evnaleysum smokkuleggastýri, sum bara var tíðsspilla, tí at endamálið heilt týðuliga einans var at halda javnaðarflokkin uttanfyri ávirkan! Slíkt var eftir hansara tykki ikki politikkur ? tað var at spæla við fólksins socialu lagnu.
Tiltiknar eru røður hansara frá hesum árum, eitt nú um lívsfrælsið contra juridiskum frælsi, um nationalu undirlutakensluna, um hernaðarmálið og ikki minst um 60?millióna?grunnin, sum pápi hansara og Krag høvdu fingið í lag, og sum á ironiskan hátt gjørdist lívbjarging og kunstigur andadráttur hjá tí fantasileysu sjálvsstýrisgonguni.
60?millióna??ránið" helt Atli beint út vera ?skammleysan politiskan stuldur" hjá teimum nationalu! Mangur leiðandi politikari úr teimum nationalu flokkunum í Føroyum var hesi árini politiskt latin úr hvørjum plaggi, tær fáu ferðir teir hættaðu sær á fund við útisetum. Tað er vitnisfast, at teir beinleiðis ræddust Atla sum debattør.
Hesi árini vóru teir politisku hjálpaloysingarnir í Framanum eisini farnar at smágoyggja uppií studentatjakinum. Men teir munaðu lítið móti Atla. Teir høvdu stutt sagt for lítla søguliga barlast til at tjakast við ein rutineraðan stríðsmann, sum stóð á tambi við javnaðarhugsjónum og faktuellari vitan. Tað einasta hesar novicur kundu borðreiða við var ein ótespuligur vavgreytur av sekteriskum kommunistaflosklum og nationalum orðaskvaldri, men teir vórðu skjótt so dyggiliga settir til viks, at teir komu ikki fyri seg aftur, fyrr enn Atli fór til Kuwait summarið 1968. Men tá vóru teir findarglaðir, og sum ein leiðandi framamaður sjálvur tók til: ?Når katten er ude, leger musene på bordet."
Fá ár seinni tóku hesir politisku amatørar ?ræðið" í studentatjakinum, og spakuliga følnaði tað fyrr so stolta studentafelagið, okkara besta forum fyri debatt, og gjørdist ein líka so sekteriskur missiónsklubbi sum Framin; ? fá ár seinni var felagið skinndeytt! Aftaná at Atli var farin til Miðeysturs varð beint fyri allari debatt ? og menn skiftu tað livandi orðaskiftið út við sovjettiskar fyrisagnir, kritikkleysa avskrivt og dogmatiska fundamentalismu.
Úr Kuwait til Tinganesar
Miðskeiðis í trýssunum starvaðist Atli hjá kendu verkfrøðisfyritøkuni Haldor Topsøe í Lyngby . Um tað mundið hittust hann og Sólvá, og nú varð knallertin skift út við scootara, so Sólvá fekk pláss aftan fyri á javnaðarfarinum. Tá ið ein fríløta var, drønaðu tey runt sum hvirluvindar í øllum Keypmannahavn og Jútlandi við og agiteraðu metodiskt fyri sjónarmiðum Atla. Tey búðu fyrst á Bispabergi, so á Nørrebro, men so fluttu tey aftur á Bispaberg til Vilhelm Birkedalsvej, beint við ta tignarligu Grundtvigskirkjuna. Har vóru ofta skemtilig symposia við stórfingnum blíðskapi! Politiska orðaskiftið var alsamt høgt prioriterað!
So politiskt engageraður var hann, at hann til løgtingsvalið í 1966 fekk sær farloyvi frá arbeiðinum, fór til Føroya og legði persónliga út í valstríðið, m.a. í Kollafirði, hóast hann sjálvsagt ikki var uppstillaður. Tað kravdi nógv áræði, og hann fekk eisini hervilig álop frá firtnum mótstøðumonnum! Javnaðarmenn, serliga á Tvøroyri vildu hava hann til Føroya beinanvegin, men Atli helt ikki, at tíðin var búgvin.
Kravið varð aftur framsett, tá ið Petur Mohr Dam doyði heystið 1968 ? eisini hesu ferð sýtti Atli, tí hann ikki metti sítt vaktarskifti hóskandi júst tá. Men tá ið flokksins landsstýrismaður, Villi Sørensen doyði nýggjársdag 1970, fekk javnaðarleiðslan Atla at taka sessin sum landsstýrislim javnaðarflokksins í samferðslumálum góðan mánaða seinni.
Um hetta mundið arbeiddi Atli, sum fyrr nevnt í oljustatinum, Kuwait, framvegis fyri fyritøkuna Topsøe, sum hevði stórar verkfrøðisuppgávur í Miðeystri.
Orient-syndromið
Nationalu mótstøðumenn hansara vóru febrilskir og gjørdu alt, teir vóru mentir fyri at styggja Atla burtur úr Føroyum. Teir og summir fjølmiðlar skaptu tí alskyns mytur, okkultar smettusøgur og orientalskan mystikk um ?mannin úr Kuwait", sum við »dubiøsum intrigum" royndi at troka seg framat ?úr erva", altso uttanum flokksorganisatiónina og vanliga javnaðarmannin ?í neðra". Eg veit frá fólki, sum aldri høvdu hoyrt um Atla áður, at tey av fjølmiðlum nærmast fingu varhugan av, at tað snúði seg um ein suspektan, allarhelst arabiskan oljumatador í turban og oyðimarkabúna! Serliga leikaði útvarpið púra hysteriskt í um, at javnaðarflokkurin noyddist at fara heilt til Miðeysturs eftir púra ?ókendum" og óroyndum manni, sum ?bara" var 38 ára gamal. Tendensiøsir vóru teir tá sum nú!
Hvat rakaði tað útvarpið og hinar flokkarnar, hvønn javnaðarmenn valdu sær til framtíðarmann í flokkinum? Var tað teirra problem? At útvarp og mótstøðumenn vóru so í øðini og ?álvarsliga stúrdu", javnaðarflokksins vegna, er hykleriskt og ólogiskt, tí teir ynsktu, ið hvussu so er, ikki javnaðarflokkinum nakað gott! Teir mugu bæði hava verið bangnir og naivir!
Annars vóru tað júst teir meinigu og vanligu limirnir ?í neðra", serliga í Suðuroynni, sum kravdu av Atla, at hann tók við sum valevni og formaður har suðuri og sum landsstýrislimur í Tinganesi. Harumframt hevði sjálvur táverandi flokksformaðurin, Jákup Fr. Øregaard eisini heitt á Atla.
Í brævi úr Kuwait, dagfest 16. januar 1970 til Øregaards skrivar Atli næstan játtandi, men dregur á bæði ? himprast og fregnast eftir, um ikki onkur annar persónur kann finnast. Hann heldur seg ikki vera nóg kendan av vanliga veljaranum í Føroyum enn, bara millum útisetar! Hann skrivar beinleiðis, at honum hevði dámt betur at komið á meira náttúrligan hátt og ikki sum eitt stjørnuskot! Kortini leggur hann afturat, at hann hálvavegna hevur givið suðuroyingum lyfti um, at hann vil koma til Føroya, áðrenn løgtingsvalið. Og svá gjørdist! Minni enn eitt ár seinni (december 1970) varð hann løgmaður og er framvegis tann, sum avgjørt hevur sitið longst í hesum sessi.
Musiskur politikari
Drum Freunde reichet Euch die Hand
Damit es sich erneue
Tað vildi verið órættvíst móti eftirmæli Atla, um fólk fingu varhugan av, at hann í síni útisetatíð einans fekst við prosaiskt breyðstrev og politikk. Atli var í orðsins positiva týdningi ein sannur lívsnjótari, ein epikuræari. Hann treivst frálíka væl við eitthvørt veitsluborð, ? hann var víttfevnandi, sangvinskur og skemtandi.
Hann var ofta við til at fagna teimum nýklaktu pisunum á studentafelagsins pisuveitslum í gamla Bispakjallaranum á Frúu plássi, bæði við sangi, kvøðum og skemtirøðum. Hann hevði góða rødd og dugdi flestu føroysku sangir uttanat og eitt ótal av útlendskum við.
Og sjálvt um okkara studentasangur valla var merktur av bel canto, so var ljómurin so mikið meira merktur av eldhuga, lívsgleði og entusiasmu. Vit sungu con fuoco. Hetta vertsskapslív, hesa burschenherrlichkeit kundi Atli ikki vera fyri uttan. Tað var nostalgiski arvurin frá Herlufsholm.
Hann var við til mangt mentatiltakið í studentafelagnum. Í 1960 ? hálvtrýss ára jubileumsári felagsins ? var hann við til at spæla kabarett í Sjónleikarhúsinum, har hann enntá illuderaði sjálvan pápa sín.
Á litterera økinum hevði hann tríggjar avgjørdar favorittar ? partamannin Heðin Brú, William Heinesen og skyldmannin Janus Djurhuus. Tað var ikki smávegis, hann kundi citerað úr ?Feðgum á ferð" og ?Den sorte gryde", men allarbest dámdi honum í vertsskapi at syngja ella deklamera úr skaldskapi Janusar. Undir krígnum búði Janus á Tvøroyri, og var tíðum gestur hjá skyldmonnunum. Skaldið var hábærsligt, bergtakandi og tignarligt, men heilsan bilaði, so Atli plagdi at hava sum setning at bera kuffertið hjá Janusi av keiini og niðan. Samsýningin skuldi verða eina krónu hvørja ferð! Annars vóru tað russiskir høvundar sum Tolstoj og Sjolokhov, sum høvdu størsta áhuga hansara. Eitt nú Krig og fred og Stille flyder Don. Sosialrealistisku bókina Kleiner Mann Was nun? hjá Fallada hevði hann ofta á lofti og helt vera framúr væl skrivaða! Endiliga dámdi honum stak væl operettuna Dreigroschenoper (Leper og kloddar) hjá Bert Brecht og Kurt Weill!
Interludium á »Mannaátaranum «
Der alten Freundschaft heilges Band Das alte Band der Treue
Men eisini í politiskum tjaki kundi Atli vera íspegil og skemta meira enn summum lúnivættum dámdu. Eg kann t.d. nevna eina smákuriøsa hending úr studentafelagnum heystið 1960. Hetta hevði eitt sindur við altjóðapolitikk at gera. Ovasti russiski politiski oddamaðurin Nikita Khrustjov hevði stutt áðrenn á dramatiskan hátt skapað sær í ST, har hann var farin úr øðrum skónum, hevði bukað hann niður í borðið og hóttað við at blaka skógvin eftir einum av sendimonnunum, um hann ikki ?skikkaði sær" og lat vera við at finnast at Sovjetsamveldinum. Hetta var alment kent og hevði nýliga staðið í bløðunum.
Orðaskiftið tað kvøldið var hvassari enn vanligt og sjáldsama harðrent, serliga millum javnaðarmenn og tjóðveldismenn, og sjálvandi var Nato og hervaldið á lofti. Atli hevði sum so ofta fyrr sligið fast, at javnaðarmenn vóru Natomenn um ein háls. Slíkar parolur dámdu ikki tjóðveldismonnum! ? Professarastovan á Kannibalinum var á tremur av fólki, og formaður og orðstýrari høvdu ilt við at stjórna fundinum. So reisti Atli seg uppaftur, lat seg úr øðrum skónum, bukaði harðliga við honum og fekk steintøgn beinanvegin.. So helt hann fyri við tjóðveldismenninar: ?Je brúki somu parlamentarisku metodur sum tygra maður í ST".
Tað gjørdist øgiligt rok, og fleiri tjóðveldismenn (ikki allir kortini) blivu ovursintur og forargaðir ? aðrir fingu brúnasíða gron. Slíkt kundi man ikki loyva sær, hildu teir fyri! So erkvisnir og kemiskt fríir fyri humor vóru teir tá sum nú!
Vanligt var, at menn eftir slíkar ógvisligar Kannibalfundir fóru oman á ?Det lille Apotek" til nachspiel og eftirviðgerð. Men hetta kvøldið vóru nógvir firtnir tjóðveldismenn rýmdir til hús, tí teir toldu ikki at verða skýrdir kommunistar, og als ikki av Atla. Hetta var eitt sindur gátuført, tí nógvir teirra plagdu annars sjálvir at leggja stóran dent á, at teir vóru kommunistar. Onnur máttu bara ikki siga tað! Politiski logikkurin var heldur ikki sterkur tá í tíðini!
Men løtu seinni sat Atli brosandi á ?Apotekinum", skemtaði og sang ella hugleiddi um, hvussu stimbrandi tað ovurmentaða apotekaraumhvørvið var, har so mætir menn sum Holberg, Kierkegaard, Peter Faber og H.C. Andersen eisini høvdu hugnað sær.
??. í vertsskapi fróur og glaður
við egið sum við annans borð"
Eftirmæli, eftirviðgerð og eftirbilsni
Stosst an und hebt die Gläser hoch
Die alten Burschen leben noch
Tað hevur vakt miklan ans, at Atli Dam, nú hann er farin, verður so fagnaður og stórliga róstur av mótstøðumonnum ? tað er sjálvandi gott ? sjálvt um tað, satt at siga, er nakað seint!
Men hvussu nógv minnast í dag ta móttøku, Atli fekk, tá ið hann var komin til Føroya av álvara. Ja, tað var ikki við mýkindum! Fáur maður hevur verið so mismettur! Vælkendur politiskur oddamaður legði hann undir landasvik í EEC?málinum ? hann varð skuldsettur fyri at vilja luska og lirka Føroyar inn í Felagsmarknaðin gjøgnum bakdyrnar, uttan allarminsta hald í veruleikanum. Somu vitleysu fíggindamynd broderaði fólkafylkingin ein desperat og seinpurpertil semikommunistisk háskúlafløkja. Tey mest óerligu, grotesku og óreinu motiv vórðu líka frá 1970 til 1975 javnliga kastað Atla fyri! Tað var ikki tað politiska runublak, sum ikki varð grýtt eftir honum, serliga í tabloidblaðnum Fjúrtanda. Sólvá fekk heldur ikki frið ? hon varð saman við Atla jagstrað av einum talentleysum tjóðveldispolitikara í fleiri ár fyri, at tey ikki skuldu vera gift (!!!), og tað blandaði hesin ússaligi kannustoypari uppí EEC?málið! Næstan hvør debattfundur bleiv forgiftaður av ?giftarmálinum", hann hevði krøkt seg uppí. So ?høgt" var klombruta tjóðveldisflogið eisini tá!
Táverandi sambandsblaðið Dimmalætting hevði heldur ikki nógv hógv. Teir samanbóru menniskjansligu og demokratisku sjónarmið Atla í abort-spurningum við mansmorð! Vit javnaðarmenn hava aldri verið nógv fyri privatisering, men vit fara kortini altíð at halda, at allar lívmøður skulu privatiserast, og eingin fariseari, heldur eingin politikari skal blanda seg uppí hvørja avgerð, kvinnur taka í abort-málum!
Í Molsbáta-málinum náddi hysteriski ágangurin móti Atla olympiskum metum! Tað er tankavekjandi at gera analogiskar metingar við Norrønu, sum menn nú kanska eru farnir at avreiða til Íslands!
Men sum frá leið, erkendu tey flestu, um enn við ringum tannabiti, at tað var einki alternativ til Atla í føroyskum politikki. Hann var í politiskum serklassa, ikki minst, sum maðurin, ið fekk konstruktivar loysnir í lag. Sum samráðingarmaður, ikki minst í uttanlandsmálum var hann genialur. Fysiskt spardi hann seg aldri! Hann noyddist við fugladúr! Tol, seiggi og treiskleiki góvu frálíka góð úrslit! Her bregðaði hann ikki burtur úr ætt!
Tí eiga vit aldri at gloyma og ilt verður at fyrigeva, hvussu flestir menn krokaðu og skulkaðu sær undan ábyrgdini av ?kreppuni" í 90 unum og løgdu alla byrðuna á Atla. Hann fekk psykologisku og moralsku ?skyldina". Hann gjørdist syndabukkur fyri eitt stórt lið av rædduskítum! Intrig-urnar móti Altla og politiska svævingin av honum í 90-unum eru størsta politiska justitsmorðið í føroyskari søgu! Hann tók politisku avleiðingarnar, og sum hann tók til: ?Je havi breiðar herðar og skal nokk taka mína politisku ábyrgd, men um allir teir, sum hava juridisku ábyrgdina av tí, sum fyrifórst, komu fram í ljósið, ja, so hevði verið trongt í geglinum!" Atli var ikki korruptur og spann avgjørt ikki persónliga gull av tí fíggjarliga meldri, sum herjaði í 80 unum! Hetta eiga serliga yngri javnaðarfólk at leggja sær í geyma, nú nógvir menn eftirrationalisera, sum vant, og royna at skriva Føroyasøguna umaftur. Endamálið er, sum tað plagar, at teir vilja útvega sær sjálvum eina betri fortíð! Men eingin teirra kendi sína vitjunnartíð, tá ið á stóð, og eingin stuðlaði Atla, tá ið teir áttu! Alt annað eru retrospektivar kávalótir!
Sum fleiri eldri javnaðarfólk hava sagt hesar seinastu dagarnar: Tað eru nógvir kendir menn, sum í dag prísa seg lukkuligan fyri, at Atli ikki náddi at skriva sínar endurminningar!
Evstu orð um trúgvan vin
Noch lebt die alte Treue
Noch lebt die treue Alte
Fyri góðum ári síðani hittust vit í Keypmannahavn og sjálvandi vóru, sum eldri monnum vant nógvar nostalgiskar metingar á lofti um tað stutta mannalívið, men aðaltemaið hjá Atla hetta kvøldið var tað stóra bókaverkið um partamannin og fyrimyndina Jens Otto Krag. Hesar bøkur vóru nýliga útkomnar tá, og lógu við høvdalagið hjá honum! Atli tosaði leingi og hugtikin um, hvussu mætan og stringentan statsmann, hann helt Krag vera, men eisini ein sera einsamallan mann! Hann endurtók fleiri ferðir, hvussu krevjandi, ótakksamur og harður politikkur kann vera fyri privata gerandisdagin og ofta fyri lívið sum heild ? hann tosaði kanska ikki bara um Krag!
Tað kvøldið skiltust vit móti midnátt á Valby heyggi við Fasanvegin, har vit so mangan høvdu spákað í yngri árum, og hann vissaði meg fleiri ferðir um, at hann gleddi seg til at lesa bøkurnar lidnar. Tað var helst ikki sørt av symbolikki í, at teir báðir undangongumenninir, sum longu møttust fyri góðari hálvari øld síðani, ?hittust aftur" á náttborði Atla, og ikki høvdu teir so lítið til felags. Báðir vóru miðvísir í síni lívsstevnu og báðir fingu gjøgnumført og avrikað stóran part av sínum ætlanum. Báðir fingu eisini rættiliga lítla tøkk, meðan teir livdu! Báðir stríddust kompromisleyst móti kommunistisku sóttini! Umenn ymiskir sum fænotypur, vóru báðir kontemplativir av lyndi! Harumframt vórðu báðir mettir sum jarðbundnir teknokratar, men høvdu samstundis potentiellar musiskar gávur!
Flestu fundir okkara vóru eftirhondini telefonin! Og hóast tað í skrivandi løtu eru farnir meira enn fjúrtan dagar, síðan Atli andaðist, má eg framvegis leggja bond á meg sjálvan, tí eg refleksivt eri á veg yvir til telefonina og ta fiktivu samrøðuna, av tí at vit áttu at tosað um hetta ella hatta! Men nú er alt samskifti bara konjunktivur! Saknið er ræðuligt hjá okkum, sum vóru vinfólk hjá honum, og eg kann ikki ætla, hvussu ringt tað er hjá familjuni.
Tankar mínir eru hvønn dag hjá tær, Sólvá ? líkaleiðis hjá Onnu, Peturi og Magnusi. Tit hava mist ófatuligt, og somuleiðis hava Helena og Finnur! Men tit hava hábærsligari og mætari minni enn tey allarflestu!
Lat meg við hesum orðum siga hugdjørvum javnaðarmanni, hollum stríðsfelaga og heiðurligum vini farvæl fyri allarsíðstu ferð!
????????????????????
Virgar T. Dalsgaard
á Pætursmessu,
22. februar 2005