Atli spælir við KÍ í kvøld

Nú eru øll formligu viðurskiftini komin upp á pláss, so at Atli Danielsen kann spæla við KÍ næstu tveir dystirnar.

Atli skifti í vetur frá KÍ til danska felagið Frem at spæla, og har hevur hann staðið seg sera væl. Nú er Atli heima í summarfrí, og KÍ hevur leigað landsliðsspæaran frá Frem næstu vikuna.

Atli verður tí partur av KÍ hópinum, sum í kvøld skal spæla týðandi botndyst ímóti AB.