Atli vann sær 15.000 krónur í Gekkinum

Hann var nær við í fyrstu og aðru royndini - og í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið á 15.000 krónum.

 

 

Tað var Atli F. Hansen í Syðrugøtu, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum. Høvuðsvinningurin var á 250.000 krónur, og maðurin valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 90.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Bæði í fyrstu og aðru royndini var hann nær við - fyrru ferð reyða leypinum og aðru ferð tí bláa, men í báðum førum steðgaði hjólið á 10.000 krónum. Tá 10.000 krónur er minsti vinningur í spælinum, valdi Atli F. Hansen sjálvsagt at royna eydnuna triðju ferð eisini.

 

Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið eini tvey rúm frá bláa leypinum, men tó á 15.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá honum í kvøld - ein hampiliga góður vinningur eitt fríggjakvøld, áðrenn Atli F. Hansen fer at spæla innandurafótbólt!

 

- Hygga síggj, hygga síggj. Stóra takk, vóru orðini hjá manninum, sum ringdi úr Syðrugøtu, tá gekkaverturin, Jan Gardar, spurdi, um hann ikki kundi brúka hetta til okkurt.