Atli verður leikbannaður í Rumenia

Víkinga ferðalagið er komið til Keypmannahavnar, eftir at liðið í gjárkvøldið í Turku í Finlandi við 1-0 sigri spældi seg víðari í Europa liguni og harvið megnaði størsta úrslitið, sum nakað føroyskt felag nakrantíð hevur megnað í europeisku liðkappingunum.

 

Bæði í 1-1 javnleikinum á Svangaskarði hóskvøldið í síðstu viku og í 1-0 sigrinum í Turku í gjárkvøldið sá miðverjin og liðformaðurin Atli Gregersen gula kortið. Harvið er hann leikbannaður, tá ið Víkingur hóskvøldið í komandi viku skal spæla í Rumenia ímóti FC Petrolul Ploiesti.

 

Víkingarnir sóu gula kortið tríggjar ferðir í gjárkvøldið. Atli Gregersen sá gult í 79. minutti, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tí hann metti, at Atli hevði spælt bóltin við hondini. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat vanligu leiktíðini, og heimaliðið legði stórt trýst á fyri at javna, sá fyrst Filip Djordjevic og síðani málverjin Geza Turi gula kortið.

 

Í 1-1 javnleikinum á Svangaskarði vísti dómarin trimum víkingum kort. Umframt Atla Gregersen, sum sá gult í tíðini, sum dómarin legði aftrat teimum fyrstu trimum korterunum, vóru tað Hans Jørgen Djurhuus og Sølvi Vatnhamar, sum fyrru ferðina sá gult, tá ið ein tími var farin, og sum sá gula kortið aðru ferð og harvið varð vístur av vøllinum, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.

 

Sølvi Vatnhamar var leikbannaður í gjárkvøldið. Hann er tøkur aftur, tá ið Víkingur skal niður til Rumenia.

 

Í gjárkvøldið var bara ein útskifting á Víkingaliðnum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki noyddist vongverjin í vinstru, Dánjal Pauli Lervig skaddur av vøllinum. Hjartvard Hansen varð tá settur inn í álopið, Finnur Justinussen varð fluttur aftur á fremsta miðvallarplássið, Jann Ingi Petersen varð fluttur aftur á verjukent miðvallarpláss, og Hanus Jacobsen, sum skoraði sigursmálið við brotssparki, varð fluttur aftur á vinstra vongverjan, sum hann oftast hevur røkt.

 

Liðið, sum í gjárkvøldið megnaði besta úrslitið í altjóða søguni hjá føroyskum feløgum, sá soleiðis út:

 

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig (Hjartvard Hansen, 67. ) – Hans Jørgen Djurhuus, Hanus Jacobsen – Filip Djordjevic, Jann Ingi Petersen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Finnur Justinussen.

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Elias Rasmussen, Magnus Jarnskor, Martin Olsen, Ingi Sørensen, Heðin Hansen, Per Gregersen.

Venjari: Sigfríður Clementsen