Atli: Vit mugu ikki undirmeta Andorra

U21: Hjálparvenjarin á U21 landsliðnum mælir til ikki at undirmeta Andorra

Atli Gregersen, hjálparvenjari, og Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava úttikið U21-landsliðið, sum skal spæla móti Andorra á útivølli 17. oktobur. Talan er um sama hópin, sum var úttikin til dystirnar móti Hvítarusslandi og Kroatia.

 

Føroyar byrjaðu EM-undankappingini móti júst Andorra. Tað endaði við javnleiki 2-2. Síðani hevur føroyska liðið vunnið á Hvítarusslandi og tapt 4-2 móti Kroatia. Vit plaga at meta, at eitt føroyskt lið skal vinna á Andorra, men Atli Gregersen mælir til at ikki undirmeta mótstøðuliðið.

 

- Vit mugu ikki halda, at vit bara vinna á Andorra. Teir hava spælt tvær feðir javnt móti Hvítarusslandi og góvu Grikkalandi skarpan gang. Teir eru við í øllum dystunum, sum teir spæla, sigur hjálparvenjarin á U21-landsliðnum.

 

Dysturin millum Andorra og Føroyar verður 17. oktobur.

 

Hópurin:

 

Ari Petersen, 07 Vestur

 

Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)

 

Áki Johannesen, B68 Toftir

 

Børge Petersen, KÍ Klaksvík

 

Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)

 

Bergur Poulsen, EB/Streymur

 

Ási Dam, 07 Vestur

 

Jákup Vilhelmsen, KÍ

 

Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)

 

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

 

Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur

 

Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)

 

Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri

 

Jónas Warner, B71 Sandur

 

Áki Samuelsen, HB Tórshavn

 

Olaf Bárðarson, Víkingur

 

Jørgen Nielsen, B68 Toftir

 

Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur

 

Poul Kallsberg, Víkingur

 

Atli Gregersen, hjálparvenjari, og Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum - Mynd: Hans Erik Danielsen