Átta bilførarar tiknir

Løgreglan tók nógvar bilar upp á stutta tíð


Í gjár var løgreglan í Eysturoy og gjørdi ferðmátingar og har rendu nógv seg í felluna.

 

Ferðmátingarnar vórðu gjørdar frá klokkan 16-19, men bara hesar tríggjar tímarnar vórðu heilir átta bilførarir tiknir fyri at koyra ov skjótt.

 

Sjey av teimum fingu klipp í koyrikortið, tað vil siga, at teir koyrdu minst 21 kilometrar skjótari um tíman, enn loyvt er.

 

Tann eini bilførarin misti koyrikortið treytað og sostatt hevur hann koyrt meiri enn 30 kilometrar skjótari um tíman, enn loyvt er.

 

Avleiðingin av hesum er, at áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, má hann taka kouyrikortið av nýggjum, annars missur hann tað.

 

Verður koyrt meiri enn 50 kilometrar skjótari við persónbili enn loyvt er undir vanligum umstøðum, missur bilførarin koyrikortið

 

Men fyri lastbilar, bussar og aðrar bilar, sum ikki hava loyvi at koyra so skjótt sum persónbilar, er markið lægri.

 

Bilførari, sum fær trý klipp í trý ár, verður noyddur at taka koyrikortið av koyrikortið, annars missur hann tað.

 

Men reglurnar eru strangari fyri tey, sum akkurát hava fingið koyrikort.

- Hevur tú fingið koyrikortið fyrstu ferð fyri styttri enn trimum árum síðan, eru tvey klipp í trý ár nokk til at fáa koyriforboð.