Átta bilførarar tiknir í gjár

Løgreglan kannaði fleiri bilførarar, men teir vóru allir edrúir

Í gjár og nátt gjørdi løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Í gjár vórðu fleiri bilar kannaðir við Gøtugjógv og har fingu sjey bilførarar 1.000 krónur í bót í part fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.

 

Løgreglan steðgaði eisini fleiri bilum í nátt fyri at vita um bilførararnir vóru edrúir, og tað vóru teir allir. Hinvegin varð ein bilførari tikin seinni fyri at koyra við kenning.

 

Løgreglan fekk eisini boð um, at herverk var gjørt á ein bil, sum stóð í miðbýnum, og hann var reyvin skøvað til. Somuleiðis er herverk gjørt á eina gravimaskinu, sum stóð í Havnardali og har eru rútarnir knústir.