Átta fólk rakt av skotum nærindis festivali í Ohio

Átta fólk vórðu rakt av skotum nærindis einum festivali í býnum Toledo í amerikanska statinum Ohio leygardagin.

Løgreglan hevur stórt lið á staðnum í Toledo í Ohio eftir skottilburðin nær Old West End Festival.

Øll væntast at sleppa frá hendingini við lívinum.

 

Tað upplýsir borgarstjórin í Toledo, Wade Kapszukiewicz, sambært lokalu sjónvarpsstøðini WTOL.

 

Løgreglan varð boðsend til søguliga býarpartin Old West End seinnapartin leygardagin eftir fráboðan um skottilburð.

 

Tá løgreglan kom á staðið, funnu løgreglufólk fleiri fólk við skotsárum. Tey særdu vórðu flutt á sjúkrahús til viðgerðar.

 

Løgreglan leitar nú eftir einum ella fleiri gerningsmonnum og heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum, meðan kanningararbeiðið fer fram.

 

Skottilburðurin hendi nær Old West End Festival, sum er ein árligur tveir daga festivalur við skrúðgongu, livandi tónleiki og matmarknaði.

 

Guvernørurin í Ohio, Mike DeWine, kallar hendingina eina meiningsleysa brotsgerð.

 

– Summarfestivalar eiga at vera trygg støð, har familjur kunnu savnast uttan ótta fyri harðskapi, skrivar hann.

 

/Ritzau/

 

Løgreglan hevur stórt lið á staðnum í Toledo í Ohio eftir skottilburðin nær Old West End Festival.