Áttandi spælarin svav illa í nátt

Simon Ernst vil ikki nevna norsku hondbóltsmennirnar vánaligar taparar

Maðurin, sum var upphavið til tað, sum kundi blivið eitt veruligt rokmál í EM endaspælinum í manshondbólti í Póllandi hevur sovið illa í nátt.

 

Talan er um týska landsliðsspælaran, Simon Ernst, sum rann inn á vøllin í einum málmansvesti, tá Kai Häfner hevði skorað sigursmálið til 34-33 í hálvfinaluni ímóti Noregi. Hann var sekur í, at Týskland hevði ein mann ov nógv inni á vøllinum, sum gjørdi, at Noreg í fyrstu atløgu kærdi, men síðani valdi at trekkja kæruna aftur fyri at vísa ítróttarligt fair play.

 

Við norska TV2 sigur Simon Ernst: - Eg rann út á vøllin í berari gleði. Tíverri var tað ov tíðliga. Eg havi biðið um umbering fyri tilburðin. Men tíbetur eru vit í finaluni, sum verður spæld í morgin, sigur ein lættur Simon Ernst.

 

Tá norðmenn kærdu í gjárakvøldið gekk tað út yvir náttarsvøvnin hjá tí 21 ára gamla týskaranum: - Eg havi ikki sovið so væl í nátt. Liðfelagar mínir søgdu, at eg skuldi ikki hugsað um tað, tí einki fór at henda í hesum málinum. Men eg hugsaði ikki um annað í gjárakvøldið og í nátt. So tað var ein ótrúliga góð kensla at fáa at vita í morgun, at Noreg tók kæru sína aftur, greiðir Simon Ernst frá.

 

Hann staðfestir, at hann heldur ikki norðmenn verða ringar taparar, og sigur, at týskarar høvdu uttan iva gjørt tað sama, um teir vóru í støðuni hjá norðmonnum. 

 

Spania og Noreg spæla EM finaluna klokkan 16.30 í morgin. Dysturin kann síggjast bæði hjá TV2 og RÚV á Televarpinum.