Johan Thomsen úr Hvalba betur kendur sum Johan hjá Olinu, vaks upp hjá góðum fólkum í Hvalba, Dánjali og Olinu Thomsen. Hann hevði tað gott hjá teimum og visti ikki betur enn, at hesi bæði fólkini, sum ikki áttu onnur børn, vóru foreldur hansara.
- Eina ferð, eg var tólv ára gamal, var eg inni hjá einum vinmanni, sum búði hjá ommu síni. Tá spurdi tann gamla konan meg, um eg frætti nakað frá mammu míni í Amerika, sigur Johan.
Hetta goymdi hann inni í sær og segði einki heima í langa tíð.
Ein dag kom forsturmamman og segði við hann, at hann átti eina aðra mammu.
- Eg segði bara, at tað visti eg.
Fosturmamman segði honum eisini, at mamman tá búði í Íslandi, og Johan minnist, at hann fór at gráta, tá ið hann hetta fekk at vita.
Krígsbarn
Johan fekk at vita, at mamman, sum æt Katrina, var dóttir Edvard og Jolinu Berg, fødd Ellefsen. Av tí at Katrina hevði familju í Miðvági, fór hon vestur hagar at arbeiða og var har undir krígnum.
Har kom hon saman við einum enskum hermanni, sum arbeiddi á flogvøllinum, og hon gjørdist við barn. Hermaðurin segði við mammu Johan, at hann kundi einki hava við hana at gera, tí hann var giftur og átti børn.
- Mamma fór so aftur til Hvalbiar og føddi meg. Men hon vildi sleppa burtur, til Íslands og gav meg tí til skyldfólk. Tí er tað, at eg havi Thomsen og ikki Berg sum eftirnavn. Presturin kann hava gjørt eitt mistak, ella hann væntaði, at tey fóru at ættleiða hann. Ein triði møguleiki kann hava verið, at forsturforeldrini vildu verja dreingin og góvu honum tí teirra eftirnavn.
Mamma Johan fór til Íslands, búði har í fleiri ár, giftst einum amerikumanni og fekk tvey børn við honum.
Droymdi um mammuna
Hann hevði í nógv ár ein dreym um at koma í samband við mammu sína, og umvegis familju í Íslandi fann hann fram til mammu sína.
- So tíðliga ein morgun tók eg dik á meg og ringdi.
Ein kona svaraði í hinum endanum.
- Yes, tað var Katrina.
Tá ið hann so fekk forklárað, hvør hann var, svaraði hon bara:
- Oh, my God!
Tað gekk eitt sindur tungt at tosa, tí Jóhan dugdi so lítið av enskum, men hon dugdi framvegis íslendskt, og tað dugdi Johan eisini, tí hann hevði verið nógv í Íslandi.
Tað vísti seg, at mamman fyri nøkrum árum síðan var flutt til sonin at búgva og seinni aftur flutt í eina eldraíbúð í býnum Lebanon.
Tosaðu saman á íslendskum
15. juli í fjør fóru Jóhan og konan til USA.
- Vit flugu tann seinasta teinin við einum lítlum flogfari og komu fram um náttina. Og tá ið vit komu hagar, sat mamma har. Har vóru bara hon, hálvbeiggi mín og kona hansara, sigur Johan.
- Tá ið eg kom inn, rópti eg hart á føroyskum: Mamma. Vit tóku um hálsin á hvør øðrum, fingu ikki tosað, tárini bara runnu. Har sat eg sum 63 ára gamal og slapp fyri fyrstu ferð at halda um mammu mín, sum tá var 87 ár, sigur Johan, sum er ógvuliga rørdur, tá ið hann sigur frá.
Tey sótu bæði leingi og hildu um hvørt annað. Samstundis tosaðu tey um øll hesi árini, og hvat var hent.
Ovastevna skolaði burtur
Tað var lagt upp til tað heilt stóra brakið á Ovastevnu í Nólsoy, og tað byrjaði væl fríggjakvøld. Tað var tí eitt satt vónbrot hjá fólki at vakna til vind og regn leygarmorgunin. So vánaligt var veðrið, at fyrireikararnir gjørdu av at halda setanarhaldið inni í tjaldinum á keiini heldur enn úti. Tað er helst fyrstu ferð, at veðrið skikkar sær so illa, at neyðugt hevur verið at fari inn at seta stevnuna. Fleiri av uttandura tiltøkunum vórðu eisini avlýst leygardagin, og lítið av fólki kom um fjørðin
8.000 toskar doyðu
Toskaalingin hjá Faroe Codfarm í Hvalba var fyri einum keðiligum bakkasti. Ein pumpa í alibrúkinum steðgaðim og fleiri túsund toskar, sum skuldu takast til sláturs í heyst, doyðu. Richard Rognsøy, stjóri í Faroe Codfarm, váttar, at út við 8.000 toskar eru deyðir. Ein av pumpunum, sum syrgja fyri ilt til kørini, var steðgað. Virðið av mista fiskinum var umleið 320.000 krónur.
Brutu rútar í kirkju
Tá ið Hans Jørgensen, deknur í Miðvágs kirkju møtti sunnumorgunin í kirkjuni at fyrireika gudstænastuna, var hann illa við. Sjey stórir steinar vóru tveittir inn gjøgnum rútar, og ein stólur í kirkjuni var eisini skamfílaður. Onkur hevur hoyrt ein flokk av ungum fólkum, gentum og dreingjum, har á leiðini, men onnur fólk vita at siga, at okkurt annað herverk hevur verið gjørt fyrr um náttina.
Útjaðarin hevur ongan kjans
- Vit skulu ansa sera væl eftir, áðrenn brúka pening til samfelagsligar útbyggingar í útjaðaranum.
Tað heldur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Hann heldur nevniliga, at tað er lítil og ongin vón fyri, at útjaðarin fer at yvirliva í longdini.
- Tað nyttar onki at berjast ímóti rákinum og rákið er, at fólk vilja búgva í miðstaðarøkinum, sigur Helgi Abrahamsen.
Eg satsi, og einki er at ivast í, at um nakrar mánaðir verði eg ein av mest ópopuleru persónunum í Føroyum.
Solby Eliasen,
nýggjur programmleiðari í Kringvarpinum
Vit mugu eisini ásanna, at tað ber ikki til at orða politikkin á eini skrivstovu við fjølmiðlaráðgeving og øllum tí. Sosialdemokratiskur politikkur er ein rørsla. Ávirkanin skal tí koma úr neðra upp til leiðsluna - og ikki øvugt.
John Johannesen,
formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum