Alt fleiri børn og ung síggjast drekka teir sokallaðu orkudrykkirnar, sum av nógvum verða hildnir at vera eitt slag av sodavatni. Tað er ein stórur trupulleiki, heldur kostfrøðingurin Snorri Patursson, tí børn tola ikki serliga væl innihaldið í orkudrykkunum. Ein stórur partur av orkudrykkum inniheldur so nógv koffein og onnur evni, sum kunnu hava ógvusliga ávirkan á kroppin hjá børnum.
- Í míni verð eru orkudrykkir nakað, sum í fleiri førum kann hava ógvusligar avleiðingar fyri heilsuna hjá børnum. Nøgdirnar av eitt nú koffein, sukuri og sýru fara langt upp um tað, sum verður viðmælt børnum at fáa, sigur Snorri Patursson.
Børn tola ikki koffein
Orkudrykkir, ið innihalda tvær ferðir so nógv koffein sum eitt nú ein cola, eru blivnir ein rættiliga modernað drykkjuvøra hjá børnum og ungum í londunum rundan um okkum. Bara í Danmark er sølan av orkudrykkum tvífaldað tey seinastu tvey árini. Í Føroyum fáast nógv ymisk sløg av orkudrykkum, og fyri fleiri børn og heilt ung er tað smart at ganga við einum av litføgru dósunum, har innihaldið smakkar sum ein sodavatn.
- Ein orkudrykkur er í roynd og veru verri enn ein sodavatn og kann als ikki viðmælast børnum. Hetta er ein sera óheppin orkukelda, sigur Snorri Patursson og vísir á høga innihaldið av koffein, sum børn als ikki tola.
Børn og ung eiga ikki at fáa meir enn 2,5 mg av koffein um dagin fyri hvørt kilo, tey viga. Hetta merkir, at eitt barn, sum vigar 40 kilo, skal hava í mesta lagi 100 mg koffein um dagin. Tað er eitt vet meira enn koffeininnihaldið í eini dós við orkudrykki við 0,25 litrum, men tey flestu børnini drekka orkudrykkirnar innan fáar minuttir, og harvið ávirkar innihaldið børnini knappliga.
- Tað er rættiliga ymisk, hvussu framleiðararnir orða seg á dósunum, men teir hava tað í felag, at tað er alt ov illa upplýst á dósunum, at orkudrykkir ikki eru egnaðir børnum, sigur Snorri Patursson. Í okkara grannalondum viðmæla myndugleikarnir harðliga, at orkudrykkir ikki standa saman við sodavatni og øðrum vanligum leskidrykkum í handlunum, men ístaðin standa saman við alkoholi.
Fáa hjartabankan og angist
Drekkur tú ein litur av orkudrykki, hevur tú fingið somu mongd av koffein, sum tað er í fimm koppum við kaffi. Hóast koffein kann geva eina kenslu av orku í stutta tíð, hevur ein stór mongd av koffein eina heldur keðiliga ávirkan á kroppin. Tað er ikki óvanligt, at børn, sum drekka orkudrykkir, fáa høvupínu, ilt í búkin og kvalmu. Nøkur gerast eisini rastleys,missa svøvnin, fáa hjartabankan, kenna órógv á sær og kunnu enntá fáa angist.
Avleiðingarnar av orkudrykkunum eru tó nakað, sum fæstu børn og foreldur teirra eru vitandi um, vísir Snorri Patursson á.
- Innihaldið í dósunum hevur ógvusliga ávirkan á kroppin hjá børnum. Hvørki børnini sjálv ella foreldur teirra tykjast varug við kravdu ávaringina á dósunum, um at vøran inniheldur nógv koffein, og at børn ikki eiga at nýta hana.
***
Víkingur og KÍ steypavinnarar
Fótbóltssambandið skipar fyri fyrstu ferð fyrsti stórum steypavikuskiftið, har allar steypafinalurnar verða spældar á Tórsvølli. Hjá kvinnum vinnur KÍ enn einaferð steypakappingina eftir tepran sigur á B36. Í mansfinaluni er tætt og lívligt allan vegin, tá ið EB/Streymur og Víkingur spæla. Alt endar við brotssparkskapping, har Víkingur stendur eftir sum vinnari. Sigurin í steypakappingini gevur Víkingi atgongd til europeiskan fótbólt næsta ár.
Hamferð vann á Wacken
Føroyski doom-metal bólkurin Hamferð vann stóra altjóða tónleikakapping á Wacken festivalinum í Týsklandi. Wacken er størsti festivalur fyri tungmálmstónleik á okkara leiðum, og á festivalinum er eisini kapping fyri rockbólkar úr 30 londum.
- Jú, hetta er rætiliga stórt, sigur Jenus í Trøðini, tónleikari í bólkinum.
Eingin ríkisveiting um 10 ár
Tá ið Føroyar hava yvirtikið seinastu 15 málsøkini, sum eru eftir at yvirtaka sambært yvirtøkulógini, verður ríkisveitingin úr Danmark somuleiðis burtur.
Og sambært løgmanni verður hetta um 10 ár.
- Sjálvandi gjalda vit rokningina, tá vit taka ábyrgdina á okkum, sigur Kaj Leo Johannesen við danska blaðið Politiken.
Olaf sum forsætisráðharri
Føroyski sjónleikarin Olaf Johannessen hevur fingið týðandi leiklut í sjónvarpsrøðini Brotsgerðin. Olaf skal spæla forsætisráðharri, og tað fegnast hann um.
- Hetta er stórt! Eg havi fyri tað mesta virkað innan sjónleik, so tað er stuttligt, spennandi og avbjóðandi at fáa stóran leiklut í eini krimirøð, sum hevur klárað seg væl í fleiri londum, sigur Olaf Johannessen.
***
- Eg kann øsa meg, tá trúgvandi fólk verða niðurgjørd fyri meiningar, sum tey ikki hava, men sum onnur halda, tey hava.
Bill Justinussen, løgtingsmaður
- Tað fúla hevur nøkur ár á baki, og vit sleppa ikki ordiliga av við tað. Fólk vilja framvegis hoyra tað. Vit skammast ikki um hesar tekstir, men vit gera hinvegin ikki so nógv av tí longur.
Finnur Koba, sangari í Páll Finnur Páll