Uta Frith, sum í áratíggju hevur verið millum fremstu autismugranskarar í heiminum, heldur, at tíð er komin at endurskoða, hvussu autisma verður skilmarkað.
Í samrøðu við Kristeligt Dagblad sigur hon, at autismuspektrið í dag fevnir um fólk við sera ymiskum tørvi og avbjóðingum.
– Tað eru mørk fyri, hvat eitt spektrum kann fevna um. Í øðrum endanum eru fólk uttan mál og við tørvi á hjálp alt samdøgrið, meðan onnur taka hægri útbúgvingar og halda, at autisma bert er eitt náttúrligt brigdi í menniskjum, sigur hon.
Frith er professor emerita við University College London og hevur granskað autismu síðani 1960’ini. Í einum nýggjum ritgerðarlíknandi uppslagi í einum bretskum sálarfrøðiligum tíðarriti kallar hon autismu fyri eina “uppsavningardiagnosu”, sum eftir hennara tykki fevnir um ov nógv ymisk viðurskifti.
Hon ávarar um, at summi søkja diagnosuna, hóast trupulleikarnir kanska betur kundu verið lýstir við øðrum diagnosum, til dømis angist.
– Um alt verður lagt undir autismu, verður diagnosan at enda meiningsleys. Samstundis er vandi fyri, at tey, sum hava størstan tørv á hjálp og stuðli, verða gloymd, sigur hon.
Formaðurin í danska Autismufelagnum, Karina Bundgaard, er ósamd í metingini.
Hon heldur, at tað hevði verið eitt afturstig at býta autismu upp í fleiri ymiskar diagnosur.
– Vit eru vorðin nógv klókari um autismu. Hon fevnir um eitt breitt spektrum, har summi klára seg væl við lítlum stuðli, meðan onnur hava tørv á umfatandi hjálp alt lívið, sigur Karina Bundgaard.
Kelda: Kristeligt Dagblad.











