Autistur má víkja

Fyri at teir tríggir íbúgvarnir í Pætursgøtu kunnu flyta inn í Svanga, noyðist ein autistur at flyta úr sambýlinum

Pætursgøta

Eilen Anthoniussen

[email protected]


Joan Michelsen úr Sørvági eigur eina dóttir, sum er búsitandi í sambýlinum í Svanga, har teir tríggir íbúgvarnir við Aspergers sjúkuni eftir ætlan skulu flyta inn. Tað er kunngjørt, at tveir av teimum skulu inn á niðastu hædd at búgva, og har býr frammanundan ein genta við autismu. Hon er uppsøgd, og hevur fingið bjóðað at flyta inn í Verkhúsið í Sørvági at búgva.

Foreldrini mótmæla flytingini, men ynskja ikki at viðmerkja málið í dag.

Nærverkið ynskir ikki at viðmerkja einstaka persónsmálið.