- Hetta er tað ringasta, ein kann ímynda sær. Eg veit ikki hvussu vit skulu koma víðari frá hesum, sigur Siggvard Joensen, stjóri í Auto.
Tað var Hans Mortensen, bilførari hjá Auto, sum sunnudagin koyrdi bilin, sum fór niðan av vegnum á Hálsi í Sandavági, og kravdi trý mannalív.
Vanlukkan hevur av álvara merkt arbeiðsplássið. Seinastu dagarnar hava sálarfrøðingar og fólk frá Frelsunarherinum vitja starvsfólkini í Auto.
- Stemningurin er í botni. Vit hava roynt at fáa hjálp, men tað er so ringt at tosa um hetta. Vit eru øll so ávirkaði av tí, tí hetta er tað mest ræðuliga, sum kann henda, sigur Siggvard Joensen.
Arbeiðsplássið hjá bilførarunum í Auto eru føroysku vegirnar, og tá farast skuldi aftur á flogvøllinum eftir hesa hending sunnudagin, var tað ein tungur teinur. Men starvsfólkini á Auto vita, at Hans Mortensen ikki hevði brotið nakrar reglur hjá fyritøkuni, tá ið hann koyrdi suðureftir til Havnar.
Hjá Auto eru strangar reglur eitt nú um hvussu nógv ein bilførari sleppur at koyra uttan hvíld.
- Vit síggja nær hann hevur koyrt, og hann hevur ikki koyrt ov leingið, ella brotið nakra aðrar reglur hjá okkum, sigur Siggvard.
Løgreglan boðar frá, at tað var høga ferðin, sum var orsøkin til vanlukkuna sunnudagin. Siggvard Joensen vísir á, at Auto ongar reglur hevur um ferð, tí allir bilførarar vita, at tey skulu fylgja lógini. Er onkur kundi, sum klagar um ov høga ferð ella á annan hátt kennir seg ótryggan í bilinum, so fær bilførarin og bilurin tríggjar mánaðar karantenu.
Siggvard Joensen og hini á Auto vóru skelkaði, tá ið tey frættu syrgiligu tíðindini sunnudagin. Fleiri av bilførarunum hjá Auto vóru á flogvøllinum saman við Hans Mortensen løtuna áðrenn vanlukkuna.
- Eg havi verið á støðini síðani hendingina og eygleitt. Um bilførararnir eru ov ávirkaðir av hendingini, so sleppa teir ikki til arbeiðis, men skulu hava hjálp, greiður Siggvard frá.
Hendan hendingin fer at merkja starvsfólkini í Auto mong ár, men Siggvard vónar, at fólk framvegis fara at hava álit á Auto.
- Vit hava koyrt taxa í 61 ár, og vit hava millum 8.000 og 10.000 túrar vestur á flogvøllin hvørt ár, og hetta er fyrstu ferð at nakað er hent av slíkum slag, vísir Siggvard á.
Auto hevur millum strangastu reglar á økinum í Evropa, og tí ivast stjórin Siggvard Joensen ikki í, at fólk framvegis kunnu kenna seg trygg í bilum frá Auto.