Auto Service á Lívsstílsstevnuni

Á Lívsstílsstevnuni í høllini á Hálsi leygardagin 25. og sunnudagin 26. oktober, hevði bilasølan Auto Service ein sermerktan bil, ein ljósareyðan Peugeot 107 Womans Edition.

Eisini varð skipað fyri eini annarleiðis mótaframsýning á básinum. Mikukvøldið 26. november skipar Auto Service fyri bilkvøldi fyri kvinnur.