Teir fyrstu Lada bilarnir sum komu higar í 70-unum, vóru gjørdir uppá licens frá Fiat.
C.C. Johansen í Havn vóru teir fyrstu sum seldu Lada bilarnar í Føroyum. Seinnu árini hava vit lítið og onki sæð til hesar russisku bilarnar her hjá okkum. Nú er fyritøkan Auto Trade í Havn vorðin umboð fyri Lada bilarnar. Fyritøkan kemur at halda til á Bóndaheyggi 20, har hølir vera innrættaði til endamálið í løtuni.
Stjórin í Auto Trade, Jens Pauli Dahl, sigur at fyrstu bilarnir vera her í mars. Talan verður um Lada 110 (sedan), 111 (stationcar) og 112 (hatchback). Bilarnir hava 1,5 litur 16V motor við 91 hk. Teir koyra 13,7 km/l. Hesin motorurin er gjørdur í samstarvi við týsku Porsche bilverksmiðjuna. Prísurin á bilunum kemur at verða umleið 100.000 krónur her hjá okkum.
Seinni kemur ein nýggjur Lada Niva jeepur, ið verður gjørdur í samstarvi við General Motors, hetta verður ein bíligur jeepur við allar trygdarútgerð. Lada Niva, ið verður gjørdur í bæði bensin og diesel útgávum, kemur at kosta umleið 170.000 krónur. Annars eru fleiri nýggjheitir á veg frá Lada. Næsta ár kemur Lada Kalina, ið er ein bilur, sum verður gjørdur sum sedan, hatchback og MPV.