Autoritera afturstigið er bert ein klombra í skúlasøguni

Hugleiðingar um bókina “Uppaling og skúlaskapur” eftir Jeffrei Henriksen, sum forlagið Sprotin hevur givið út

Jeffrei Henriksen, fyrsti skúlastjórin á Venjingarskúlanum, og síðani lærari á Læraraskúlanum í mong ár, hevur alt sítt vaksna lív verið virkin við penninum. Tað, ið hann hevur skrivað um uppaling og skúlaskap, er vanliga komið í Skúlablaðið ella dagbløðini, og nakað av tí kom fyri nógvum árum síðani (1976) út í lítlum bóklingi, nevndur Skúlamál.

Nú hevur forlagið Sprotin fingið Jeffrei at savna saman nógv av tí, sum hann hevur skrivað hesi árini, og givið tað út í bókini “Uppaling og skúlaskapur”.

Hjá mær, sum havi fylgst við Jeffrei á arbeiðsleiðini meginpartin av hesum tíðarskeiðinum, var tað sera hugaligt at fáa hesa bókina upp í hendurnar. Havi lisið nógv av tí so ofta í síni tíð, at tað var næstan sum at lesa okkurt, sum eg innast inni dugdi uttanat.

Eyðkent fyri Jeffrei er, at tað nýggjasta av hesum “gamla, endurprentaða tilfarinum” er skrivað í ár.

Jeffrei er av lyndi granskari, og tí hevur hann nýtt stóran part av síni frítið til at seta seg inn í gransking hjá øðrum, at hugsa um og lata seg lívgast upp av teirra gransking og at granska sjálvur. Umframt brennandi áhugan fyri sjálvum hugalagnum í skúlaarbeiðinum og undirvísingar- og arbeiðsumstøðunum bæði hjá lærarum og børnum, hevur hjartað sligið fyri móðurmálinum. Tað er ikki hissini arbeiði, sum har er tøkt til nýtslu hjá lærarum okkara í skúlunum.

Savnið, sum nú er komið út, er besta prógvið um, at Jeffrei alla tíðina hevur fylgt sera væl við í tí, sum er komið fram á pedagogiska økinum í londunum uttanum okkum, og at hetta hevur gjørt honum mun, og tí var tað nátúrligt, at Jeffrei gjørdist fyrsti skúlastjórin á Venjingarskúlanum, sum byrjaði virksemi sítt í 1968 í nýbygda Lærara- og Venjingarskúlanum.

Sjálvur var eg millum teir nógvu lærararnar, sum sluppu at starvast á og byggja upp henda nýggja skúla. Tey flestu okkara høvdu frammanundan verið lærarar í Tórshavnar Kommunuskúla.

Í sambandi við setanina í stjórastarvið, leitaði Jeffrei sær íblástur og samstarv hjá mest framkomnu skúlafólkum í danska ríkinum tá á døgum, og hann fylgdi væl við í umrøðuni av skúlaskapinum í Svøríki og Noregi.

Serliga samstarvið við Th. Langs Seminarium og ikki minst venjingarskúlan har, við Georg Enemærke sum leiðara, fekk stóran týdning fyri fyrstu árini á Venjingarskúlanum.

Bæði lærarar og børnini, sum gingu á skúlanum hesi fyrstu árini, minnast tíðina við stórari gleði.

Vit kendu okkum at vera sera heppin, sjálvt um sigast skal, at skúlin á ongan hátt fekk nakrar sersømdir frá myndugleikunum.

Eg hugsið, at tey flestu, sum tá vóru á skúlanum, við einum og sama setningi kunnu nevna rótina til hesa kensluna av at vera við í onkrum, sum var einastandandi:

Vit kendu, at tað varð lurtað eftir okkum. Og at tað, sum vit hildu hevði týdning, varð tikið fyri fult.

Hesi árini á Venjingarskúlanum, við Jeffrei sum skúlastjóra, eru einansta tíðarskeiðið í mínum egna langa lívi í skúlastarvi, har veruligt grundleggjandi orðaskifti um skúlaspurningar, bæði yvirskipað og jarðbundið, var gerandiskosturin á lærarafundunum og millum lærarar í lærarastovuni. Og tað er hvørki lygn ella nostalgi.

Í grein síni um Venjingarskúlan, tá ið hann var 20 ár, nevnir Jeffrei nakað av tí, sum kom burtur úr hesum stóra áhuganum fyri skúlamálum, sum kom til sjóndar í dagliga orðaskiftinum á skúlanum.

Kveikjarin var Jeffrei Henriksen, granskarin og skúlamaðurin fram um allar aðrar her á landi.

Tað var hesi árini á Venjingarskúlanum, at eg byrjaði at skilja, hvussu nógv tey fólk, ið tora at ganga nýggjar leiðir í skúlaskapi, fáa ímóti sær. Hevði ikki grun av tí frammanundan, men tíverri má eg sanna, at eg hevði nógv eftir at læra um tað.

Nógvar vóru tær søgur, sum gingu um óskilið á Venjingarskúlanum, um ósømiligt tilfar, eitt nú filmir, sum skúlin nýtti, og skúlanevndin í Havn legðist ikki á søgurnar, men var eftir leiðaranum og skúlanum, so tað merktist og møddi.

Eitt nú vildi skúlanevndin seta próvtøkuskipan í verk frá 1. flokki fyri alla kommununa, so Venjingarskúlin ikki slapp at gera sum hann helt vera rættast sum venjingarskúli Læraraskúlans.

Ritsavnið Uppaling og skúlaskapur er besta prógvið fyri tí dygdar arbeiði, sum Jeffrei Henriksen legði í menningina av tí skúla, sum hann var settur at leiða.

Stórur partur av gongdini í pedagogiska orðaskiftinum í londunum uttanum okkum kann lesast burtur úr tí, sum vísi skúlastjórin, málfrøðingurin og mentamaðurin Jeffrei Henriksen hevur skrivað frá miðskeiðis í fimtiárunum og líka til í dag.

Seinasti stubbin í bókini er mikið hóskandi nakrar viðmerkingar til “Tilmæli frá PISA-arbeiðsbólkinum”, og

seinastu orðini eru ikki óvæntað: “Eg meini tað”.

PISA-undankanningin er eitt gott dømi um, hvussu úrslitini av eini ivasamari og ósambæriligari kanning knappliga verða gjørd til ramasta veruleika, tá ið tey samsvara við sjónarmiðini hjá politisku maktini. Her sum aðrastaðni rann tann “krittiska” pressan eisini á leistum, og tað er rárt, at fólkaskúlin verður nevndur í fjølmiðlunum, uttan at tann “sannroyndin” verður endurtikin, at PISA-kanningin hevur prógvað....

MEN hon var jú bara ein undankanning, og í sjálvari frágreiðingini um hesa kanning verður skilagott rátt til at taka úrslitini við fyrivarni. Har var einki prógvað.

Veruleikin er, at so at siga øll tey, sum seriøst granska í pedagogikk, eru sannførd um, at PISA-kanningarnar ikki standa mát, tá ið krøv til tílíka gransking skulu setast. Og tær eru á ongan hátt haldgott støði at taka skúlapolitiskar avgerðir á.

Tær minna mest um bílagda gransking, sum kann heimila frammanundan viðtiknum atgerðum á skúlaøkinum.

Og tær siga ið hvussu er bara nakað um tað, sum tær spyrja um og varpa ljósið á.

Ta gransking, sum Jeffrei Henriksen hevur gjørt, hevur hann gjørt fyri egna rokning og av eintingum og einslistum, sumt stórt og umfatandi, annað smáar eftirkanningar.

Ein av teimum, sum sigur eitt sindur um, at pedagogisk úrslit ikki bert eru ein spurningur um tímar, men um pedagogiskt skilagagóða tilrættalegging og arbeiði, er tvílæraraskipanin fyrstu skúlaárini á Venjingarskúlanum. Sama tímatalið, men tveir lærarar saman og við møguleika at býta flokkin sundur, tá ið tað var hildið skilagott, gav betri úrslit enn ein einsamallur lærari og tilsvarandi fleiri tímar hjá børnunum.

Fjølbroytt arbeiði saman við børnunum hóvar ikki autoriteru skúlamaktini. Nógv verður gjørt fyri at forða fyri einum rúmligari skúla. Ótti er fyri, at hann skal gerast ov demokratiskur.

Eg havi fyri nógvum árum síðani skrivað, at tey sum í okkara tíð stríðast fyri einum fólkaskúla, sum minnist til alt barnið, og ikki bert til høvdið, - at tey, sum við øðrum orðum royna at fremja alla endamálsorðingina í verki, heldur enn bara fakliga partin av henni, standa í sama eykandi stríði sum tey, sum einaferð bardust fyri máli og mentan okkara innan skúlans gátt.

Tað er nógv fyri, at so skal vera, men vón mín er, at íhaldsliga mótstríðið verður ikki øðrvísi enn so, at tað eggjar til og birtir uppundir arbeiðið fyri einum skúla í verki, sum veruliga er ein fólkaskúli – ein skúli fyri øll.

Autoritera afturstigið, sum nú verður noytt inn á skúlan, er bert ein klombra í skúlasøguni.

Lesið bókina hjá Jeffrei, minnist til, at hetta eru tekstir skrivaðir yvir eitt langt tíðarskeið, og at alt broytist. Nógv av tí, sum var hildið rætt fyri bara fáum árum síðani, hevur víst seg seinni ikki longur at vera eftirfarandi. Soleiðis er ivaleyst eisini við summum av tí, sum Jeffrei sipar til og skrivar um.

Eftir situr neistin, tilelvingin at hugsa seg um og at trína fram á pallin og óræddur bera síni sjónarmið fram.

Sprotin eigur stóra tøkk fyri stigið at geva hesar tekstir út.

Og Jeffrei, at hann vildi lata Sprotan gera tað.