Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, kanst tú lesa um albogan hjá Rúna Joensen, sum fór úr lið, tá KÍF og Kyndil spældu. Tíbetur var tað ein lækni, sum koyrdi albogan úr lið, tí hann koyrdi hann eisini upp á pláss aftur.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Í blaðnum í dag eru spælarametingar frá Stórsteypadystinum millum Víking og NSÍ. Elias Rasmussen bleiv stóra hetjan, tá hann bjargaði trimum brotsspørkum í brotssparkskappingini. Hann er ein av trimum spælarum, sum fáa eitt 7-tal í metingunum.
Les eisini samrøðu við Maurice Ross, sum er nýggjur venjari hjá Víkingi. Hann fortelur millum annað frá, at hvussu hann sum ungur lærdi at spæla fótbólt millum kendar spælarar sum Mikel Arteta, Ronald og Frank De Boer, og frá venjarum sum Dick Advokaat og Glenn Hoddle.
Les eisini um útistarnar í fótbólti, har onkrir av teimum hava kós móti Superliguni, les eisini stuttsøgd ítróttartíðindi og um landsdystirnar í dart, sum hava verið um vikuskiftið.