Av fagrasta veðri í morgin

Her er fimm-daga veðurforsøgnin frá DMI.

 

Eitt lágtrýst í ein landsynning úr Íslandi fer spakuliga í ein landnyrðing og fyllist. Leygardagin fer ein hátrýstsryggur fram við Føroyum av suðri og sunnudagin nærkast ein hitabrúgv Føroyum av landsynningi, men steðgat sum frá líður upp og viknar.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt ælið. Leygarnáttina verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, sm makar og verður til fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og sólglottar og hitin um 8 stig. Um kvøldið og náttina frískar hann vindin av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Tað gerst meiri skýggjað, men framvegis turt og hitin um 5 stig.

 

Sunnudagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 4 og 7 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, stundum upp í strúkur í vindi, 13 m/s. Skýggjað og regn ella sirm í støðum. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

Týsdagin makar hann vindin í lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 10 stig, um náttina 5 til 8 stig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Sum frá líður sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 13 stig, um náttina um 8 stig.  

 

Veðurforsøgnin há yr.no er at finna her.