AV Havaii at gera film um Føroyar

Eitt filmslið úr Havaii vitjar í hesum døgum í Føroyum. Endamálið er at gera ein dokumentarfilm um føroyska samfelagið

FILMUR

Hvør er líkleikin millum Føroyar og Havaii? Ella hvør er munurin millum Føroyar og Havaii? Nei, hetta er ikki byrjanin til eina skemtisøgu.
Hetta er nevniliga ein stórur partur av grundstøðinum undir einari filmsverkætlan, sum er ígongd í Føroyum í hesum døgum. Eitt filmslið við seks fólkum av Havaii er komið á vitjan. Ætlanin er at gera ein dokumentarfilm um føroyska samfelagið ? eitt oyggjasamfelag í Norðuratlantshavið samanborið við Havaii.
?Tað er nógv, sum er øðrvísi her, men tað er eisini nógv, sum er samlíkt við Havaii, siga tey.
Tey eru partur av Young Film makers, sum er sjálvstøugt framleiðslufelag á Havaii.
Mikudagin komu tey seks, Larina Carini, Gabriel Guignan, Christof Petzel, Bonnie Carini, Doug Macilroy og Louis Putzel. Sum tit síggja á nøvnunum, so eru ávis familjubond í manningini, men tey eru kortini ógvuliga ymisk í aldir ? frá tjúgu ár til nakað eldri. Onkur teirra gongur á filmsskúla, onkur í college og nøkur arbeiða.
Øll búgva tey í Havaii ? amerikanska statinum og oyggjabólkinum í Stillahavinum. Treyðugt so, at fleiri føroyingar hava vitjað í Havaii, so er vitanin hjá teimum flestu føroyingum máld útfrá amerikonskum sjónvarpssendingum og gomlum Elvis filmum. Eins og føroyingar eisini hava sannað, so kann veruleikin oftani vera ein annar enn tann, vit kenna frá filmum og sendingum, siga tey seks.

North Atlantic
Og hví velja so seks skilagóð fólk at ferðast túsundavís av kilometrum til eitt ókent lítið land fyri hópin av pengum?
?Vit vildu fegin gera ein dokumentarfilm um okkurt annað oyggjasamfelag. Vit hugdu upp á Norðuratlantshav, og har runnu vit okkum á Føroyar. Umvegis ein vin, sum hevur verið í Føroyum, so fingu vit stóran áhuga fyri Føroyum og gjørdu av, at hetta var rætta staðið, sigur Bonnie Carini, sum kann roknast sum leiðarin fyri tey seks.
Fyri at fíggja túrin vóru tey eisini noydd til at leggja sínar egnar pengar í, hóast tey hava fingið eitt sindur av stuðuli til vega. Hetta hevur kravt ein harðan arbeiðsinnsats á Havaii eitt longri tíðarskeið hjá onkrum teirra. Men nú eru tey so í Føroyum, teir nógvu túsund kilometrarnar frá einum av yndis frítíðarstøðunum hjá amerikanarum.
Steðgurin verður eftir ætlan ein fittan part av hesum mánaðinum. Enn hava tey ikki verið so nógv runt, men tey ætla sær at ferðast so víða sum gjørligt í Føroyum og hitta so nógv fólk á máli sum gjørligt.
?Vit vilja ógvuliga fegin tosa við øll, vit kunnu. Spennandi er serliga at frætta eitt nú, hvør støðan er hjá ungdóminum í Føroyum samanborið við Havaii ? eru trupulleikarnir teir somu, sigur Larina Carini.
Og hóast tey høvdu havt væl betri veður á Havaii, so eru tey samanumtikið ikki so kedd av føroyska veðurlagnum, hóast onkur teirra noyðist at berjast við forkølilsi.

Dokumentar
Ætlanin er, at úrslitið av hesari verkætlanini skal gerast ein dokumentarfilmur. Filmurin skal eftir ætlan vísast á ymsum filmsstevnum, tá hann einaferð verður liðugur.
?Vit eru sjálvandi áhugaði í at selja hann til so nógv sum gjørligt, og kanska hann eisini verður vístur her í Føroyum, sigur Bonnie Larini.
Tey hava stóran áhuga fyri føroyskan dansi og føroyskari mentan sum heild. Ynskiligt hjá teimum er at savna føroyskan dans og uppruna dans úr Havaii. Roynt verður at fáa okkurt samstarv í lag, so tað ber til at síggja fjarskotnar mentanir úr hvør sínum heraðshorni í heiminum.
Á oynni, tey búgva á, búgva eini 150.000 fólk, og í statinum Havaii býr á leið ein millión fólk. Har er eisini ein aktiv sjálvsstýrisrørsla. Støðan hjá uppruna málinum á Havaii sær ikki alt ov lovandi út, men tað tykist at batna, greiða tey frá.
Eins og føroyingar ?eiga? sítt egna gøtudanska, so hava tey á Havaii nakað, sum verður rópt ?Pigeon english? ella dúgvu enskt. Hetta er eitt slag av enskum, sum er at skilja, men í nøkrum førum er torført at fylgja. Hesi seks tosa kortini vanliga ikki á dúgvu máli, men nevna hetta sum dømi um, at Føroyar og Havaii kanska ikki eru heilt so ólíkar.