50 norðmenn, sum hava arbeitt á oljupallum á norska landgrunninum í fleiri ár, arbeiða nú undir heilt øðrum umstøðum. Teir hava gjørt av at taka av einum tilboði um at arbeiða í oljuvinnuni í algerisku oyðimørkini.
Oljumenninir siga við Aftenposten, at tað er munur á arbeiðsviðurskiftum. Í oyðimørkini liggur hitin oman fyri 50 stig um summarið, og um kvøldið fer hann neyvan niður um 30 stig. Hinvegin eru teir ikki slopnir undan vindinum, men ístaðin fyri regn og kavarok hava teir nú sandstormarnar at stríðast við. Teir kunnu gera líka nógv um seg sum stormarnar í Norðsjónum, og tí hendir tað av og á, at heimferðin má útsetast orsakað av sandstormi.
Teir 50 menninir arbeiða hjá Statoil, og teir dylja ikki fyri, at tað er fyri ein stóran part lønin, sum hevur fingið teir at fara til Afrika, tí har fáa teir tvær ferðir so nógv burturúr.
Statoil hevur gjørt stórar íløgur í Algeria saman við bretska BP og algeriska oljufelagnum Sonatrach.