H2o er eitt væl umtókt nútímans klædnamerki, men eisini so nógv annað. Sum hvørt mannsbarn veit, er tað fyrst og fremst formulin fyri vatn. Sama vatnið er evnið fyri eina framúrskarandi listaframsýning í Kunstcentret Silkeborg Søbad, ið er opin til 22. sept. Eitt tvørfakligt framsýningartiltak, sum sjáldan sæst so stórt og stórfingið uttanfyri høvusstaðarøkið - og sum í sjálvum sær er vert at legga til merkis, tí tað boðar frá nýggjum leiðum innan list og mentanararbeiði sum heild, skrivar Jens Frederikssen í ummæli av framsýningini
Heitið á projektinum og evnisframsýningini er Vatnmark (:"Vandskel og Vatershed" eru tey donsku og ensku heitini). Eitt sindur løgið heiti kanska, tí vatn eisini sameinir, men sum tað nevnist í innganginum í kataloginum, so hevur "Vandene altid skilt sig, lige fra Moses og israelitterne vandrede tørskoede over det Røde Hav" og tosað verður um at vit liva í "vandskels-tider" - bæði so og so - men mest verður hugsað um umfatandi mangulin uppá reint drekkivatn í heiminum.
Vatn uttan mark
Vatnmark snýr seg tó primært um listarlig avrik, hvørt evni er onkusvegna bundið at vatni. Frá tí heilt vanliga: málningar og fotos við havinum sum høvuðsmotiv (tey sonevndu "marinemyndir" av orðinum marin:: hav) til installatiónir við sera ymiskari framsøgn og brúki av tilfari. Luttakarafjøldin streymar sum vatn í ánna: yvir 40 taka lut, og eg fáa tískil ikki nevnt øll.
Ikki bara myndir eru við. Tónleikur hevur fingið innivist í stóran mun. Eg fari seinni at greiða eitt sindur nærri frá um Palle Mikkelborg, men her kann stutt sigast, at so ymiskar profilar sum Hans Holm, sum stjórnar Silkeborg Kamarorkestur í G.F. Handells "Wassermusik" (20. august) og Petur Bruun sum hevur komponerað eina opera nevnt "Miki Alone", luttekur. Nevnda opera gevur m.a dømi um song, sum byggir á vatn-myndir! og hon kann hoyrast 12. og 15. september.
Tað meira tvørfakliga og beinleiðis nattúruvísindaliga í projektinum lati eg liggja, men viðmerkast skal, at framsýningin millum mong ymisk støð eisini fer fram á "Agua Ferskvands museum" í Silkeborg (og framsýningin er øll sum hon er framleidd í tøttum samstarvi við fleiri granskingardeplir). Er man harumleiðir og børn eru við skal man sjálvsagt gera sær tann beina eisini at fara hartil tí nógvar ymiskar upplivingar fyri børn og vaksin er á skránni. Fyri tann meira tillkomna er her ígjøgnum framsýningartíðini nógv "hardcore" tilboð t.d. eitt internationalt symposium um globalar vatnumhvørvisspurningar (frá 6. september) og søguligt t.d. serframsýningar og nýggj vitan um, hvussu kleystruni í miðøldini bygdu kanalir, vatnbyrgingar og syrgdu fyri vatngoymsluni.
Ikki bara Berlin
Hyggja vit nærri at nøkrum pørtum av framsýningini, er tað ongin loyna, at nakað tað fyrsti man fær eyga á er okkara Tróndur Patursson. Verkið kenna nokk øll - tí fótbingjan "Kosmiskt rúm", 1999, sum vanligt stendur aftanfyri Listaskálan á tí bera asfalti, er fraktað til tað idylliska Silkeborg. Eitt satt danskt Schweiz í mini-útgávu, og so ikki eitt orð um Himmelbjerget!
Framsýningarstaðið liggur beint við vakra vatnið Ørnsø og var, áðrenn tað fyri fimm árum síðani bleiv framsýningarhøli, "Sø og kurbad". Staðið sjálvt er í sjálvum sær eina søga um vatnið, sum eisini verður sýnt fram í framsýningini.
Bingjan stendur í parkini, sum er partur av framsýningarøkinum, beint yvirav høvuðsdyrnum.
Verkið er sum so ikki nýtt, men er sjálvandi tikið við, tí tað er eitt høvuðsverk í norðurlendskari list og á nógvar mátar ímyndar eina høvuðshugsan aftan fyri framsýningina sum heild: vatn sum íblástur fyri fagurfrøðilig verk, sum hava sett mørk.
Verkið er óivað so kent, at tað ikki krevur nærri frágreiðing, men stuttligt er tað at síggja, hvussu nógv samteksturin hevur at siga. Man sær bingjuna heilt øðrvísi - og tað í positivari merking - sum hon er plaserað í Silkeborg. Hon stendur beint undir einum stórum summargrønum eikitræi-á einum summargrønum grasvølli. At fara inn herífrá - inn í tað døkka svart-bláa -spegilsuniversið, er ein løgin og bergtakandi ævintýrkend uppliving. Tað er sum at festa í eina spreinging av dimensiónum millum vatnumhvørvi - og litverur: norður og suður í einum komprimeraðum ørkymlandi formi undirstrikað av einum góðum sólskinsdegi tann dagin eg vitjaði.
Einasti úr Føroyum
Innandura er Tróndur eisini við - og sjálvt um tað er hongt fyrimyndarliga upp - øll framsyningin sum hon er - haldi eg ikki, at litografiserian um "Moby Dick", sum talan er um, hevur ta styrki, at hon gevur nakað stórt íkast til framsýningina. Verkið er óivað tikið við, tí man eisini hevur roynt at sýna spaðingina innanfyri ymisk motiv. Tróndur er í hesi sambandi "uppi ímóti" ongum øðrum enn Sven Havsteen Mikkelsen, sála - listamanninum við tí tætta tilknýtinum til føroyska list.
Ikki langt frá verkinum hjá Trónda hanga myndirnar til Melvilles bók um "Moby Dick" hjá Havsteen - og sum Wivel gera vart við í eini góðari grein í kataloginum um málningasøguna um shavid, so "hører de træsnit han udførte til denne mageløse bog, om hvaler, hvalfangst og hvalfangeres vilkår mellem hans bedste. Ikke alene lever de kongenialt op til teksten, de lægger ovenikøbet noget til den, noget faktuelt og noget selvoplevet." (fra "Vandskel" - greinin "Vandets Vælde" af Michael Wivel s. 162 ).
Tróndur Patursson er einasti luttakari úr Føroyum, og hann vitjaði eisini Silkeborg fyri 4 árum síðani, tá ein onnur stór framsýning (um evnið "Fuglar") var á skránni. Men Føroyar eru tó eisini á skránni á annan hátt - tí í einum pavillion-bygningi í parkini, sum millum annað er valdur bara at vísa vatnlitsmyndir, er eisini eitt biografhøli, har ein hópur av longri og styttri filmum verða vístir - og áskoðararnir hava m.a høvi at síggja Ulla Boye Rasmussens "Tre blink mod vest".
Nú nomið er við pavilliongina har vatnlitsmyndirnar eru á skránni, haldi eg ikki, at tað gevur nakra stórvegis styrki til konseptið aftanfyri framsýningina sum heild. Sjálvandi er vatn - ein høvuðssubstansur í vatnlitum - men onkusvegna virkar sjónarmiðið eitt sindur uppgjørt. Kanska hómingin av "poppi" og óneyðugari ífyllu eisini stavar frá, at langt frá øll verkini her áttu at verið tikið við sambært dygdarsjónarmiðum. Anna Klint Sørensen, sála, og Aka Høeg undantikið í so máta. Báðar gera stóra og ørandi ávirkan, og teirra verk er einasta stóra undantak, hvat viðvíkur dygd og innihaldi. Ikki fyri tað. Tann greinin í høvuðskataloginum, sum snýr seg um vatnlitir sum teknikkur og sjálvstøðug framsøgn, er uppá sítt pláss. Tað er eitt essay av "Bodil Kaalund" við heitinum "Akvarel" - og er í høvuðsheitinum ein sera persónlig frágreiðing um, hvussu hon royndi akvaralmáling (sum barn), og hvat vatnlitir týddu fyri hana ígjøgnum eitt heilt lív, nevniliga "elementær fryd", sum hon rópar tað.
Og um ikki Føroyar verða tiknar á tunguna í tí sambandi (sjálvt um onki vatnlitsverk er við av føroyskum listafólkum). Loyvi eg mær at gera vart við hennara proportiónsfløkju! Í sama viðfangi sum hon nevnir listarlig verðinsnøvn sum Turner, Munch, Hill, Klee, Nolde og rósar teimum fyri tær upplivingar, tey hava givið henni, leggur hon í beinleiðis framhaldi aftrat - "for ikke at tale om de færøske stærke malere, som alle mestrer akvarellen". Ein generalisering, yvirmeting og samanbering, sum onki hald hevur í veruleikanum - og verður sostatt ein kliché til ampa fyri innlit í nakað sum helst.
Ultima Thule
Komin inn í høvuðsbygningin - og í eina av høvuðsframsýningarhøllunum, verða sálin og eyguni drigin langt norðanfyri Silkeborg. Man fer at ferðast á mytiskari ferð við Aka Høegh, navnframu grønlendsku listarkvinnuni, sum sýnir fram bæði vanligar umhvørvismyndir frá heimlandi sínum (samanspælið millum ís/vatn/speglingar) í ymsum teknikkum- og installatiónum. Tilfarið í einum av høvuðsverkunum er ein røð av hvalabeinagrindum - ryggjargeislum - málað bert við svørtum og bláum - maskukendum andlitum - stillað í ein runding á stórum jarnstongum fest í steinum. Heitið er "Flúgvandi hvalir" og man fær beinanvegin eina hóming av "kult" og "ritur". Er tað eitt offurstað ?- ella ganga vit á gøtunum í Nuuk? Eru vit á einum gravplássi fyri eina veiðumentan sum hvørvur? ella ímyndar hon ta gomlu grønlendsku trúgv uppá eydnudjór? Nógvar tulkingar eru møguligar.
Millumrúmið millum stongirnar og arbeiðið við støddum vísir eina listarkvinnu, sum dugir meira enn at vera granni við havið. Týdningurin í mun til evnið "vatn" er innlýsandi: inuit-mentanin hevur verið og er knýtt at veiðueydnu og støðutakan til havið uttan at man nágreinliga kann peika á "boðskapin" í verkinum... Tað er í hvussu so er nakað tað besta eg havi sæð av henni nakrantíð, og eg kundi ynskt, at eitt sovorðið stórfingið verk hevði fingið innivist á "okkara" evnisframsýning "Hunters in the North".
Myndadópurin
Tann heilt stóra dópin - har sum tíð og stað vóru upployst og eg bókstavaliga svam myndarliga runt, var í installatiónini "tonight the house blew open", 2000 av Birgitta Lund, f. 1964, sum ein detalja er víst av her á síðuni.
Sum titulin eisini greiðir frá, kemur ein heilt surrealistisk og dreymakend verð til sjóndar. Ikki tí: sjálvt motivini eru realistisk, men í heildini virka tey ævintýra- og filmskent.
Birgitta Lund hevur fylt eitt rúm upp við stórum súltigløsum - upphongt við ymsum millumrúmum, og hæddum, soleiðis at tú sum áskoðari sjálvur má fara runt um - ella fylgja gløslinjunum, sum ikki eru jøvn. Gløsini eru fylt við vatni -og niðri í vatninum sært tú í hermetiskt stongdar plastikk-chartek-líknandi -posar við ymsum litfotos av andlitum - kropsrørslur - tableuer: ein persónur sitandi á einum stóli - familjan við døgurðaborðið etc. Tað yvirveruliga í myndarøðuni er tað optiska spælið sum vatnið skumpar undir. Effektin er onkusvegna filmisk og still-leben samstundis og gevur eisini óhugnaligt hugmyndasamband við formalinpræparatum. Myndaúrslitið minnir ikki sørt um sløraðar scenir frá einum Kieslowski-filmi. Her sær man - frá eini listakvinnu sum eg annars onki veit um - at vatnið sum vatn so at siga kann brúkast til at endurnýggja og opna eyguni fyri teimun potentialum, sum liggja í einum av okkara mest týdningarmestu elementum. Eitt dømi um at eitt "konsept" - bara tað er nóg nógv gjøgnumhugsað og kensluborið - kann føra út á tað víðað listarliga hav.
Ein heilt onnur "tilgongd" sæst í arbeiðinum við vatnkrystallum hjá japanaranum Masaru Omoto - sum eisini fekk brimið upp í meg - sjálvt um hansara framsøgn samanborið við áðurnevntu Birgittu Lund var nógv meira minimalistisk og beinleiðis vísindaliga-objektiverandi.
Kjarnan í hansara verki - og sum man lesur meiri um í bókini hjá honum "The message of Water"(1999) - eru royndir við vatni frá ymsum støðum útsett fyri ymsa ávirkan, sum verður fotograferað í krystalformi undir mikroskopi. Ein faktorur, sum hann hevur gjørt eksperimentir við, er t.d. at síggja, hvussu vatn reagerar tá tað verður útsett fyri tónleiki!
Framsýningin gevur í stórum litfoto-planchum dømi uppá hetta arbeiðið - og man verður hugtikin av tí stóra stillføra vakurleika eitt sovorðið "cross-over" millum list og granskning gera teg vitni til. At ganga við eygunum heft at hesi mega-forstørring av mikromyndum á vegginum á tí einu síðuni - og sýnið ígjøgnum panorama-vindeyguni - hinumegin Ørnsø vatnið - er sum ein endurspegling og ásannan av romantiskari fatan av, at verðin og nátturan hava sál. Hvussu so er ella ikki: tað eydnast Emoto at skapa kontemplatión - umhugsan av okkara liviumstøðum og tætta sambandi við vatni. Sum endurgivin í myndini av "Krystaldannelse fremkaldt av japansk folkedans" og "Krystaddannelse efter en bøn" eru vakurleiki og djúphugsan evni hjá honum. Men eg skal ikki dylja fyri, at hann eisini hevur humoristiskan sans. Far sjálvur og hygg hvussu Elvis Presleys "Hart breake Hotel" verður myndarliga transformerað!!
Stilt áðrenn storm
Samansjóðingin av tónleiki, vatni og myndum fer eisini fram í einum "meditatiónsrúmi" við heitinum "Stille før storm", 2002. Tað er komponisturin Palle Mikkelborg og Gert S. Sørensen, sum hava ljóðdesignað eitt rúm við "náttúru/musikk/ljóði" við spakuligum grundtóna. Á filmskýggjanum í einum skýmligum rúmi síggjast myndir av havinum í ymiskum stadium og á veggunum fotos av havi og himmali av Kirstin Klein (eisini kend fyri sínar framúrskarandi fotos úr Føroyum), og fleiri av myndunum stava frá havinum útfyri Bornholm. Alt í alt eitt stilført rúm, har tú følir "tær stóru kreftir, sum mugu, vilja og - skulu koma", sum Mikkelborg sjálvur hevur sagt er hugsanin aftanfyri verkini.
Her hvílur ein Mikkelborg- Miles Davis atmosfera í luftini, og so løgið tað ljóðar, so harmonerar tað við myndaheimin. Tað er sera heppið, at tað er tað meiri eyðmjúka ístaðin fyri tað Wagner-dramatiska - tilgongdin sum ofta sæst, tá tað snýr seg um havið. Rúmið - installatiónin hjá Mikkelborg/Klein er á mangan hátt meiri "traditiónelt" enn annað á framsýningini, men eisini beinrakið í at vilja ta fagurfrøðuligu formskapanina, og tað gevur úrslit. Tað eydnast at skapa eina heild burturúr ljóði, tónleiki og myndum - sum víðkað um bæði framsóknarháttirnar. Og tað er sagt av einum áskoðara, sum sjáldan upplivir, at tónleikur gevur týðandi ískoyti til myndirnar.
Frá marinu-málningar til tekniseriu
At mála havið, vatnið er eitt gamalt motiv - og ein annar týðandi partur av framsýningini lýsir hesa síðu av norðurlenskari list.
Lat tað vera sagt stutt og greitt - her eydnast tað ikki nærum so gott sum í restini av sýningini. Óivað tí avbjóðingin er ov stór og evnið ringt at avmarka. Sum áskoðari følir man alla tíðina, at nakað manglar - og úrvalið er ikki sørt tilvildarligt.
Rætt skal vera rætt: her eru perlur sum sjáldan síggjast undir sama taki: td. Willumsens "Naturskræk. Eftir stormin", 1916 , sum við sínum súmbolsku myndamálum er blivin eitt ikon fyri farna øld - og fleiri spennandi málningar av ljósinum av t.d. Niels Larsen Stevns, hvørs málningar ofta eru dømi um, at "Verdens Lys" glimter fra bølgerne og vidner om, at Gud er til stede i alt levende", sum Wivel tekur til í síni umrøðu av júst hesum málara.
Annars er tað Jens Søndergaard, Oluf Høst, Sven Havsteen Mikkelsen, Svend Wiig Hansen v. fl. og teir expressivu ella expressivu súmbolsku sum hjá td. Ernst Zeuthen sum dominera. Her eru nøkur dømi uppá Gullaldarlistina og tess brúk av motivi (J. Skovgaard ), men als ikki nóg nógv til at geva nakra álitandi ella víðari sjón fyri søgn. Stuttligt er tað tó at síggja myndir av Holgar Drachmann, sum var málari, áðrenn pennurin tók sær av bylgjunum. Miðøld er als ikki tematiserað - og sýningin hevur sostatt kronologiska og listarsøguliga nógvar visuellar manglar..
Men lat okkum døma út frá tí sum er, tí hvør man finna rósur har ongar rósur vaksa. Tað expressiva, sum vinkulin gevur gevandi úrslit í sambandi við eina intensa mynd av grafikaranum Palle Nielsen. Við eitt varnast tú hvønn týdning vatnið hevur fyri tann listamannin, sum vit annars seta í samband við stórbýin - og Piranesi - líknandi Roma-visióner. Gott nokk hevði eg lagt til merkis, at mytiska áin Styx, sum man skal yvirum á veg til Hades, spældi eina rollu í hansara víðagitnu "Orfeus og Eurydike"- seriu, men við eitt varnast man, at hann eisini lívið ígjøgnum hevur havt evni "vatn" og "hav" sum motiv. Og tann leiðbeinandi teksturin greiðir frá, at tað stavar frá, at hann sum barn hevði "Oslo" -bátin liggjandi við bryggju uttanfyri vindeygað í Keypmannahavn - og Oyrasund sum sítt útsýni - eitt tað fyrsta motivið, hann fór í holt við.
Havið sum upphav til alt lívið - er hjá Palle Nielsen knýtt at apokalyptiskum visiónum.. Úr seriuni "Katalog", eitt verk í teknuseriukendum sniði gjørt við tuschpenni við ikki minni enn 800 einkultmyndum (finnast á býarbókasavninum í Havn!), møta vit kríggi í númótans teknolog-iskum hami. Á sama hátt sum á dreingjatekningum síggjast flúgvarar - hangarskip í hørðum bardaga.
Eg vil lata Mikael Wivel fáa síðsta orðið - eftir at hann á hugtakandi hátt hevur greitt frá seriuni - og trúgvur móti søgugongdini í myndunum hevur fylgt einum hangarskipi niður á havsins botn: "Til slut lægger det sig til hvile på bunden, sandet hvirvles op, og hvaler samler sig nysgerrigt omkring det. Med langsomme, rolige bevæg-elser glider de undersøgende hen over skroget, hvor helikopterne ligger med knækkede vinger, og hvor kanonerne omsider er blevet tavse. Hvalerne vinder, siger Palle Nielsen - eller måske snarere: vandet vinder" (s. 164 i "Vandets vælde"). Ein boðskapur sum tíanverri ongantíð verður óaktuellur - hevur júst hoyrt tíðindi um samanbrestin millum Norður og Suðurkoreanska, hvar man sókti skip, sum var tað eitt spæl.
At fara yvirum ánna eftir vatni?
At vitja Kunstcentret Silkeborg Søbad tykist kanska at fara um ánna eftir vatni, men er man í Jyllandi í feriu vóni eg, at vegurin verður lagdur framvið framsýningina - tí hon er tað verd og ein verð er til uttanfyri Louisiana, tá tað snýr seg um dygdargóða og avbjóðandi nýmótans list.
Liggur tað ikki fyri, kann man ogna sær katalogi "Vandskel - Vatershed" (redaktion Erik A. Nielsen og Iben From kr. 225 ) - sum er eitt megnarverk - og átti at verðið ummælt fyri seg. Tí her finnur tú nógvar djúptborandi og eggjandi greinar út frá einum hópin av sjónarmiðum t.d religiøsum: "Selvfølgelig hører vand og dåb da sammen!" (Helle Holst - cand. mag í religionssøgu og listsøgu)), Mentarligar "Vand og badeliv i moderniteten" (Niels Kayser Nielsen - lektor við Århus Universitet í søgu). Siðsøguligum sjónarháttum í td. "Midtjysk folketro" (Mads Lidegaard - rithøvundur)), og umframt tær báðar greinirnar, sum eru siteraðar av mær, klassiskar listsøguligar greinar t.d. "Romerske fontæner" (av Mogens Nykjær, lektor við Listsøgu í Århus).
Men lukkuvís er eisini givið pláss til en politiskan uppsang - sum fráfarni umhvørvisráðharrin Svend Auken stendur fyri í ein sjálvatfinningasamari grein "Det rene vand", har hann m.a. vísir á, at vit (Vestanfyri) enn ikki hava lært okkum at ansa væl eftir vatninum sjálvt um vit "ved bedre, og vi har råd til at gøre noget". Hvussu gekst við dálkingini av okkara "grísavík" (Sandagerð) - kundi tú av røttum spurt!
At enda uggar hann tó, og eg lati hansara "góðu vónir" standa sum ein útgang av hesum ummæli. . . Um bardagan fyri reinum vatni sigur hann at enda soleiðis: "Der er noget opmuntrende ved, at nogle af klodens mindste lande kan gøre en forskel, når det drejer sig om nogle af klodens største problemer. De store lande er ofte store i kraft af våben, penge og magt - sjældent i kraft af indsigt, varme og generøsitet".
Tey, sum als ikki hava høvi at vitja framsýningina, kunnu klikka seg inn á www.silkeborgbad.dk og Aqua ferskvands museum á www.ferskvandscentret.dk/aqua.
Góða Ferð !