Nakrir av manningini, sum júst hava róð bátin Avalon úr Skotlandi til Føroyar, verða hjá bátinum í Vágsbotni í Havn í kvøld frá klokkan 18 til 19.
- Høvi verður hjá fólki, sum hava áhuga fyri túrinum og havrógving annars, at síggja bátin og seta spurningar.
Manningin á Avalon letur heilsa og sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin at vitja teir í Vágsbotni hesa løtu.