Ávarar ímóti at nerta við fuglarnar

Í grannalondum okkara er fleiri tilburðir av herviligari sjúku – og eisini í Føroyum eiga vit at vera sera varin

Í grannalandi okkara, Hetlandi hava tey nú staðfest, at fuglakrím er farin at ganga og í hesum sambandi hava tey staðfest fleiri staðni í Hetlandi, at skúgvurin hevur sæð sjúkur út og at ógvuliga lítið er komið undan í summar.

Tað er ikki langt úr Hetlandi til Føroyar og nú heitir Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur, á føroyingar um at vísa serligt varsemi.

Tað merkir, at verður ein skúgvur funnin nakrastaðni, eiga fólk ikki at nerta við teir, men at boða Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá. Fuglakrím smittar frá fugli til fugl, men ikki til fólk – í hvussu so er ikki sum nú er. Men fuglafrøðingurin sigur, at vit eiga at taka støðuna í stórum álvara.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr fuglafrøðingin greiða frá.

Hetta uppslagið hevði Sjúrður Hammer á soslalu miðlunum hendan dagin

Hetta uppslagið hevði Sjúrður Hammer á soslalu miðlunum hendan dagin