Toftavatn - ávaring um ikki at ganga á ísinum!
Soleiðis ljóðar staðiliga ávaringin hjá Nes kommunu, nú tað er vorðið lýggjari í veðrinum aftur.
- Seinastu dagarnar hevur tað verið gott kavaveður, og nógv fólk hava spákað sær túr eftir gøtuni runt Innara vatn.
Lagt verður aftrat, at ísur er á vatninum, og fráboðan er komin til Nes kommunu um, at fólk eru sædd gangandi á ísinum.
- Hetta kann vera sera vandamikið, tí eingin veit, um ísurin er nóg sterkur til at ganga eftir.
Staðiliga áheitanin hjá Nes kommunu ljóðar tí:
- Vit heita tí á fólk um ikki at ganga á ísinum á Toftavatni, sigur kommunan, sum hevur lagt hesa ávaring út fyri løtu síðan.