Hondbóltur
Hevur H71 sálarligu styrkina til eina tilveru í oddinum av føroyskum manshondbólti?
Tað tykist meira enn nakað at vera spurningurin eftir teir báðar seinastu dystirnar. Undan hesum tóktist FM-finalan at liggja beint til høgra armin hjá felagnum, men við tveimum tapum á rað er hetta pláss av álvara komið í vanda.
5-1 verjan avgerandi
Ikki minst mundi tað órógva náttarsvøvnin hjá hoyvíkingum, at dysturin varð taptur somikið ruddiliga, sum talan í veruleikanum var um.
VÍF hevði framt eina hampuliga stóra broyting á liðnum. Johnny Joensen, sum ikki hevur spælt tað stóra í ár, var aftur á liðnum - frá fyrsta minutti sum offensivur eittari í verjuni. Tað skapti eina velduga órógv í H71 álopsspælinum, har skjúttarnir høvdu til við at sleppa framat. At vongspælið samstundis var fullkomuliga einsrættað út móti Tróndi, gjørdi ikki uppgávuna hjá VÍF truplari, og soleiðis vórðu stórskjótandi bakspælararnir mest sum tiknir úr spælinum.
Fyrsta lítla korterið megnaði H71 kortini at hanga í. Einamest, tí Jakob Jónsson við nøkrum framúrskarandi fríspælingum spældi Olaf Vesturgarð til fleiri mál, meðan Levi Nybo í sínum lag eisini hevði nakrar týdningarmiklar bjargingar.
Stórar byrður
Eitt, sum tó hevur eyðkent spælið hjá hoyvíkingunum í ár, er, at sera stórar byrður hava verið lagdar á einstaklingarnar. Fyrst og fremst, so hevur spælið snarað um eina sterka verju. Og í øðrum lagi hava einstaklingaavrikini í álopspartinum verið nóg mikið, til at liðið hevur togað seg eitt, tvey og trý mál fram um mótstøðuna.
Tann parturin helt bara slettis ikki mikukvøldið. Hóast Jakob hevði nakrar framúrskarandi fríspælingar, so vóru eisini nøkur fullkomuliga óneyðug bóttap frá hansara hondum. Og Halgir var bara ein skuggi av tí, sum vit eru von við at síggja. Tað kundi tókst, sum er knæskaðin aftur við at gera um seg, men tað var tó merkisvert, at maðurin ikki fekk eina tí einastu pausu í dystinum. Um ikki annað, so fyri at sláa kalt vatn í blóðið.
Kølnir meistarar
Júst køldum vatni í blóðinum tóktust vestmenningarnir hava ovmikið av. Tá verjan fyrst riggaði, kundu teir koyra vanliga álopsspælið, har serliga Sámal Joensen gjørdi um seg. Levi royndi at standa ímóti hørðu skotunum, og hann hevði eisini nakrar góðar bjargingar, men nóg mikið var tað ongantíð.
Kanska var ein lítil vón at hóma, tá H71 eina løtu í seinna hálvleiki royndi at toga. Munurin kom niður í trý mál, men eftir at teir fyrst misnýttu gyltan møguleika, og síðani fingu tríggjar útvísingar á rað, var leyst og liðugt. Vestmenningarnir vóru kaldir og kyniskir, tá teir fingu definitiva møguleikan at avgera, og so gjørdist spurningurin bara um stødd. H71 var follið púrasta saman, og við at vinna 7-2 seinastu tíggju minuttirnar, gjørdist talan um veruligan stórsigur hjá VÍF.
Alt er opið
Og so er oddastríðið framvegis púrasta opið. VÍF hevði sum so slettis ikki ráð at tapa dystin mikukvøldið, men við sigrinum eru teir enn við. Men við dystum móti StÍF og Kyndli í seinastu umførunum, munnu teir kortini ikki kenna seg tryggar í nøkrum.
Tað kunnu hoyvíkingarnir heldur ikki gera, men hinvegin var tapið ikki nøkur vanlukka. Verða teir báðir komandi dystirnir móti KÍF og Neistanum vunnir, standa teir helst væl undan seinastu uppgávuni. Men hon er hinvegin av tí heilt torføra slagnum. Á útivølli móti StÍF í einum dysti, har bæði liðini væl kunnu spæla fyri finalusessinum. Tað líkist í øllum førum einum sonnum gysara, og so er spurningurin, hvørt teir tá eru kaldari, enn teir hava tey bæði seinastu umførini.
Fakta um dystin
H71-VÍF 18-28 (9-13)
Málskjúttar
H71: Olaf Vesturgarð 6, Piti Negru 5, Niels Viggo Niclassen 3, Halgir Dahl Olesen 2, Tróndur Vatnhamar 2
VÍF: Sámal Joensen 11, Agnar Joensen 10(5), Regin Joensen 3, Áki G. Olsen 2, Ingi Olsen 1
Brotskøst: VÍF 5
Útvísingar: H71 3, VÍF 6
Diskvalifikatión: VÍF 1 (3X2 minuttir)