Avbjóðarin funnin

Við at vinna uppstillingarvalið í níuggju av tíggju statum gjáranáttina beindi John Kerry allan iva av vegnum. Tað er hann, sum skal bjóða Bush, forseta av í heyst

Í einari sjónvarpssamrøðu fyri fjúrtan døgum síðani umrøddi George W. Bush, forseti, John Kerry sum "ein senator í Massachusetts". Tað ger hann ikki longur. Gjáranáttina ringdi Bush til Kerry og ynskti honum tillukku við uppstillingini.

Avgerðin um, hvør skal stilla upp fyri demokratarnar og royna at fella Bush, kom gjáranáttina, tá John Kerry vann uppstillingarvalið í níggju av teimum tíggju statunum, sum høvdu uppstillingarval. Hann vann í Minnesota, Ohio, Massachusetts, Rhode Island, Connecticut, Maryland, Georgia og í teimum báðum fólkaríkastu statunum í USA, Kalifornia og New York. Howard Dean, sum tók seg burtur úr valstríðnum herfyri, vann kortini í sínum egna heimstati, Vermount. Tann einasti avbjóðarin, sum John Kerry hevði eftir, John Edwards, mátti lúta í øllum statunum.

John Kerry fór alt fyri eitt undir sjálvt valstríðið.

-Í meiri enn 30 ár havi eg verið frammarlaga á stríðsvøllinum, segði tann 60 ára gamli fyrrverandi Vietnam-hermaðurin og helt fram:.

-Eg havi altíð stríðst fyri rættvísi og teimum amerikonsku lívsvirðunum. Vit skulu leggja grundarlag fyri búskaparligari framgongd við at taka av skattalættan, sum Bush gav teimum ríku. Vit skulu skerja hallið á fíggjarlógini niður í helvt tey næstu fýra árini, vit skulu gera íløgur í heilsuverkið, hækka minstulønina og tetta allar smogur, sum tey tær stóru fyritøkurnar brúka fyri at flyta pengar og arbeiðspláss av landinum.

Hann lovaði eisini, at USA skal klára seg við egnari orku, og at hann fer at skapa 500.000 nýggj arbeiðspláss í orkuvinnuni.

Um uttanríkispolitikkin segði John Kerry, at USA skal inn aftur í altjóða samfelagið. Tær gomlu samgongurnar skulu endurnýggjast, samstundis sum nýggjar skulu skipast, tí tað er avgerandi fyri bardagan ímóti yvirgangi, segði hann og gav stjórnini hjá Bush eit spark fyri hennara uttanríkispolitikk:

-George W. Bush hevur rikið tann mest ódugnaliga, vandafulla og hástróra uttanríkispolitikkin í nýggjari amerikanskari søgu, segði Kerry.


Edwards varaforseti

Hann hevur nú vunnið uppstillingarvalini í 28 av teimum 31 statunum, sum hava havt uppstillingarval.

Hansara næsta stig verður at finna sær eitt varaforsetaevni, men sambært CNN fer hann helst at bíða við at boða frá, hvør tað verður. Hinvegin skal hann taka avgerðina, áðrenn demokratarnir fara at halda landsfund í summar

Tað er ikki óhugsandi, at tað verður kappingarneytin John Edwards. Veljarakanningar hava víst, at teir báðir fara at vinna forsetavalið ímóti Bush og Dick Cheney.