Avdúkaðu pinkubarnaverksmiðju

Í Nigeria hevur løgreglan rannsakað eitt ólógligt barnaheim og bjargað fleiri ungum kvinnum, sum sambært myndugleikunum blivu tvingaðar til at vera við barn við tí endamáli, at børnini skuldu seljast, tá tey vóru komin í heimin.

-Undir einari húsarannsókn avdúkaðu vit eina lítla "pinkubarnaverksmiðju" í Uruha-landspartinum, sigur ein talsmaður fyri nigerisku løgregluna við fjølmiðlarnar. Hann sigur, at løgreglan fann sjey kvinnur, sum eru millum 18 og 20 ára gamlar, og at tríggjar teirra eru við barn. Eingi børn vóru har. Trý fólk, eigarin, kona hansara og eitt annað fólk, vórðu tikin.

-Tey, sum skipaðu fyri, lokkaðu ungar gentur til at gerast við barn, samstundis sum tær fingu lyfti um 2.500 krónur fyri barnið, sigur talsmaðurin hjá løgregluni.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at myndugleikarnir í Nigeria hava funnið eina "pinkubarnaverksmiðju". Seinasta summar avdúkaði løgreglan eitt ólógligt barnaheim við 32 ungum kvinnum, og í oktober fann løgreglan eitt annað heim við 17 kvinnum. Allar 49 kvinnurnar vóru við barn og høvdu fingið lyfti um pengar fyri barnið.