Eldra og sera roynda liðið hjá SÍb skal royna seg í steypafinaluni ímóti ÍF.
Tað er greitt aftaná 3-0 sigurin hjá teimum eldru, SÍb ímóti teimum yngru, SÍa í hálvfinaluni í KÍ-høllini fyrr í kvøld.
Settmunurin var 25-21, 25-18 og 25-22.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr frásøgumannin hjá Rás2, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í 3-0 sigrinum hjá SÍb ímóti SÍa. Jana Egholm var viðmerkjari.
2) Hoyr Janu Egholm taka samanum dystin.
Jana Egholm er vónsvikin av, at yngra SÍ-liðið ikki stóð seg betur í dystinum í dag. Samstundist staðfestir hon eitt framúr gott avrik hjá eldra og roynda SÍ-liðnum, og nú vónar hon, at liðið tekur øll á bóli og knógvar heim ein finalusigur ímóti ÍF.
Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Inga Ole-Jacobsen frá eldra SÍ-liðnum HER
Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jón Weihe Simonsen frá yngra SÍ-liðnum HER