Mansliðið hjá SÍ hevur vunnið seg uppá annað plássið í meistaradeildini í flogbólti við einum 3-1 sigri á ÍF á heimavølli í dag.
Settmunurin var 25-15, 25-21, 23-25 og 25-15.
Mjølnir hevur 9 stig, SÍ hevur fimm stig, Fleyr hevur fýra stig og ÍF er aftast við ongum stigi. Í morgin klokkan 13 spæla Mjølnir og Fleyr í Badmintonhøllini í Klaksvík. Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Jana Egholm var viðmerkjari.
HERber til at hoyra tað sum Julian Vest Niclasen (SÍ) og Bartal Eliasen (ÍF) høvdu at siga aftaná dystin.