Zelenskyj til Bretlands í dag

- Vit skulu samráðast um nýggj og máttmikil stig fyri at økja trýstið á Russland, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, kemur til Bretlands í dag.

 

Verja, er evnið, sum verður viðgjørt á fundum í Bretlandi, skrivar forsetin á X, fyrrverandi Twitter.

 

- Vit skulu eisini samráðast um nýggj og máttmikil stig fyri at økja trýstið á Russland.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at málið er eisini at seta ein stoppara fyri russisku álopunum á Ukraina.

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.