Bólkurin Hvarv verður við á Ljósfest 2025

Tá Ljósfest 2025 verður í Vági august, verður ein av bólkunum ein aktuellur bólkur, nevniliga Hvarv

Bólkurin gav tíðliga í vár út lagið ”Sálarfrændi mín”. Lagið hevur verið sera nógv at hoyra í ár. Hvarv er á gáttini við enn einum lagi, sum er spælt inn og sum kemur á allar talgildar pallar fyrsta dagin.

 

Og Hvarv hevur ætlanir um at geva út enn eitt staklag seinni í ár.

 

Bólkurin hevur mong ár á baki. Navnið sást fyrstu ferð síðst í nítiárunum, tá útgávan Rock í Føroyum 2 kom út. Har luttók bólkurin við lagnum, "Fortíð, Nútíð, Altíð".

 

Í ár 2000 var bólkurin millum tey 19, ið slapp við á fløguna, Vælskapt Brek. Hetta var sangkapping, har fleiri enn 80 sangir komu inn, og Hvarv kom við á útgávuna við sanginum, "Vovið av Guði".

 

Bólkurin hevur ikki verið so virkin øll árini, tó at Hjalmar og Dagfinn hava verið á palli saman javnan øll árini, og eitt nú sangurin, "Vovið av Guði", hevur fylgt teimum øll árini síðan útgávuna.

 

Manningin er annars sett saman av tónleikarum, sum hava royndir og mong ár á baki á føroyska tónleikapallinum.

 

Hjalmar Magnussen var við í fleiri tónleikabólkum í Suðuroynni, eitt nú Júmen, ið gjørdi um seg í nítiárunum, t.d. við síni luttøku í Prix Føroyar kappingini. Bólkurin er m.a. kendur fyri lagið "The Eagle" - og fyri sína tulking av lagnum, "Meg minnist eina mynd".

 

Dagfinn var í áttatiárunum við í tónleikabólkinum Springs úr Hoyvík, sum kom við útgávu í 1989, har eitt nú løgini, "Lotið" og "Bøllefrø" eru kend. Í 1997 kom Dagfinn við útgávu undir egnum navni, har eitt nú løgini, "Fagri flokkur" og "Prikkuta Mona" gjørdust kend.

 

Í fjør góvu Dagfinn og Kim Hansen út lagið, "Tíð, ið koma skal»", sum hevur verið sera nógv at hoyra.

 

Neil er kendur frá samstarvinum við Eyðun Ásason og við Guðrun Sólju Jacobsen. Neil og Eyðun spældu sera nógv fyri eini 10-15 árum síðan. Men eisini í Hvarv - ella saman við Hjalmari og Dagfinn - hevur Neil verið virkin í mong ár.

 

Dánjal Jákup var við í kenda suðuroyarbólkinum, Wild Child í nítiárunum, og hann spældi seinni í fleiri øðrum bólkum, so sum Júmen og Wolfgang. Og hann hevur verið virkin í Hvarv, umframt mongum øðrum bólkum.

 

Hvarv fer at spæla sangir, sum hava fylgt teimum á leiðini, umframt sangir, sum bólkurin hevur givið út, og sum koma út í ár. "Sálarfrændi mín", stendur sjálvandi á skránni, umframt  aðrar oyrahangarar - og so ætlar bólkurin eisini at spæla løg, ið seta lív í á Ljósfestini 2025.

 

- Tá Hvarv fer á pall á Ljósfest 2025, hava teir eisini Høgna Fagraberg við sær og góði guitarleikarin, sum er kendur úr fleiri bólkum, kann bara borga fyri, at framførslan gerst enn betri, siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at manningin í Hvarv seinnu árini hevur verið hendan: Hjalmar Magnussen (sang og guitar), Dagfinn Olsen (bass og kór), Neil Joensen (guitar og kór) og Dánjal Jákup Wiberg Holm (trummur og kór).