Í bólki A spældu Skála og HB fríggjadagin á Skála. Dysturin var framskundaður, av tí at HB skuldi til suðuroyar at spæla seinnu hálvfinalu í steypakappingini móti VB. Dysturin á Skála endaði ikki óvæntað við, at HB var omaná, og endaði úrsliti gjørdist 4-0 til HB. Maria Johnsson legði út fyri HB, síðani skeyt Annika Godtfred eitt mál, áðrenn Viviann Thorleifsson sló sigurin fastan fyri HB við tveimum málum upp í slag. Skála er enn á triðja plássið í bólki A, meðan HB enn hevur fult stigatal.
Mest undirhaldandi dystur higartil í ár var úti á Argjum, og var hetta dysturin ímillum AB og GÍ. Tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru heili tólv mál skorað úti á Argjum. AB legði nógv best fyri, og tá bert 26 minuttir vóru leiktir, var støðan heili 5-0 til AB. Tá høvdu Elin Kathrina Haraldsen og Maria Michelsen fingið tvey mál í part, meðan Lív Mikkelsen hevði fingið eitt. Beint fyri hálvleik megnaði GÍ at minka um munin, og var hetta Nancy Augustinussen sum skoraði. ¯ll hildu, at dysturin langt síðani var avgjørdur, men soleiðis skuldi tað ikki vera. Tá tólv minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, hevði GÍ minkað til 5-3, Poula Gregersen og Linda Hansen skutu málini, men síðani skoraði Maria Michelsen til 6-3, og so, hildu tey flestu, var sloppið hjá Arjgakvinnunum. Men í 65. minutti skoraði Kristbjørg Isaksen fyri GÍ, støðan var nú 6-4 til AB, og tá umleið eitt korter var eftir skoraði Heidi Jacobsen til 6-5. Síðstu minuttirnar royndi GÍ at trýsta á AB málið, og mín sann um Heidi Jacobsen ikki javnaði fyri GÍ í yvirtíðini. AB kvinnurnar søplaðu trý stig burtur, og fingu í staðin eitt stig. Tær høvdu nú verið á triðja plassið, um tær høvdu vunnið hendan dystin. Men tær hava framvegis ein dyst til góðar, og vinna tær tá, liggja tær væl fyri at koma í endaspælið. GÍ er enn á fjórða plássið í bólki A.
Síðsti dysturin í bólki A var ímillum VB og Sumba í Sumba. Dysturin endaði sannførandi 4-0 til VB, og málini hjá VB gjørdu Laila Jespersen og Rannvá Augustinussen hvør sítt, meðan Halltóra Joensen skeyt tvey.
Sunnudagin leiktu VB og HB seinnu hálvfinalu í steypakappingini í Vági, og fyrra dystin vann HB 4-0. VB vann dystin 3-0, men hetta var ikki nóg mikið fyri vágbingar at ogna sær eitt pláss í finaluni, tí tær skuldu jú hava fýra mál, og harvið er HB fyrsti steypafinalisturin, meðan KÍ og B36 eru í hinari hálvfinaluni. HB mátti sostatt leggja rygg til sítt fyrsta tap í ár, hóast tað ikki hevði nakran týdning. Men leggjast skal afturat, at HB mátti leika uttan fleiri av stuðulsleikarum teirra.
Í bólki B eru sum sagt HB og VB so gott sum komin víðari, meðan kappingin er hørð millum Skála, GÍ og AB.
Bólkur B
í bólki B vóru tveir dystir leiktir, og tann fyrri var millum B36 og B71 í Havn. B36 vann sera sannførandi 8-1, og høvdu tær verið neyvari í avgerandi løtunum, kundu tær fingið nógv fleiri mál. Sólvá Joensen, sum er ein av týdningarmiklastu leikarum hjá B36, skeyt tvey mál, og Súsanna Hansen skeyt eisini tvey. Síðani skutu Laila Enghamar, Elsebeth Jónsson, Arnbjørg Danielsen og Beinta Joensen allar hvør sítt, meðan serliga síðst nevndi B36 leikarin kundi fingið fleiri mál. Málið hjá B71 skeyt Gerda Hansen. B36 hevur, saman við KÍ, so gott sum tryggjað sær pláss í endaspælinum, meðan kappingin um triðja plássi er hørð millum NSÍ og B71, meðan EB/Streymur eisini hevur møguleikan at yvirraska.
EB/Streymur fekk sítt fyrsta stig til høldar í bólki B um vikuskiftið, har tær á Eiði tóku ímóti NSÍ. Dysturin endaði nakað óvæntað 1-1, og EB/Streymur fekk javnað, tá bert tríggir minutti vóru eftir at leika. Málið hjá NSÍ skeyt Irdi Hansen, meðan okkum tíverri ikki hevur megnað at fingið fatur á, hvør skeyt málið hjá EB/Streymi, men vit vóna at fáa viðmerkt hetta næstu ferð, at kvinnufótbólturin verður umtalaður.
Dystirnir um vikuskiftið vóru hesir:
Bólkur A
Skála-HB 0-4
HB: Maria Johnsson 1, Annika Godtfred 1, Viviann Thorleifsson 2.
Sumba-VB 0-4
VB: Halltóra Joensen 2, Rannvá Augsutinussen 1, Laila Jespersen 1.
AB-GÍ 6-6
AB: Maria Michelsen 3, Elin Kathrina Haraldsen 2, Lív Mikkelsen 1.
GÍ: Heidi Jacobsen 2, Nancy Justinussen 1, Poula Gregersen 1, Linda Hansen 1, Kristbjørg Isaksen 1,
Bólkur B
EB/Streymur-NSÍ 1-1
NSÍ: Irdi Hansen 1.
EB/Streymur: ? (Verður viðmerkt seinni)
B36-B71 8-1
B36: Sólvá Joensen 2, Súsanna Hansen 2, Laila Enghamar 1, Elsebeth Jónsson 1, Arnbjørg Danielsen 1, Beinta Joensen 1.
B71: Gerda Hansen 1.