Flogbóltur
Nú kappingin í Eik-liguni hjá kvinnum er farin at halla, økist spenningurin um, hvør skal í FM-finaluna ímóti SÍ, sum í løtuni er seks stig framman fyri næstu liðini og tí hevur gott og væl annað beinið í finaluni.
Tvey av liðunum, sum liggja framvið, spæla sunnudagin ímóti hvørjumøðrum, tá Mjølnir í Badmintonhøllini í Klaksvík tekur ímóti Drátti. Her hevur hvørki liðið ráð at tapa, tí saman við teimum er TB í trunkanum – men við fleiri dystum at geva út av.
Serliga hjá Drátti ræður um at vinna nú, tí annars ganga møguleikarnir undan. Men samstundis ræður eisini um hjá Mjølni at vinna, tí annars verður trumfurin spældur upp í hendurnar á TB.
Tvørakvinnur skulu hesa ferð spæla útidyst á Kamsdali ímóti ÍF, sum á pappírinum skuldi verið ein yvirkomilig uppgáva hjá TB, sum nokk má metast sum heitasti avbjóðarin av teimum trimum liðunum, ið liggja aftan fyri SÍ.
Fleyr var leingi við í tí kappingini, men er í síðstuni dragnað so mikið, at liðið ikki longur kann roknast ordiliga upp í kappingina millum tey fremstu. Fleyr skal hesa ferð á heimavølli spæla ímóti KÍF, og í tí dystinum eru havnarkvinnurnar í øllum førum greiður favorittur.
Mjølnir vil vinna
Hjá monnunum er bara tann eini dysturin hesa ferð, og hann er í Klaksvík millum topp og botn, Mjølnir og ÍF. Her skal Mjølnir bara hugsa um at vinna á ÍF, sum enn einki stig hevur fingið í vetur. Sigurin skal tryggja Mjølnir, at SÍ ikki verður verandi frammanfyri á stigatalvuni.
Mikukvøldið gjørdist greitt, at Mjølnir og SÍ skulu spæla FM-finalurnar hjá monnum, men enn eru ikki allar súður syftar, tí tað av liðunum, ið endar landskappingina sum nummar eitt, fær heimadyst í einari møguligari triðju finalu. Tí fara bæði liðini at royna eftir oddasessinum til tað síðsta.