Avgerandi Vodafone umfar í kvøld

Oddaliðið, NSÍ, er níggju stig frammanfyri EB/Streymi, sum er á fjórða plássi. Tí er tað avgerandi fyri EB/Streym, at teir vinna í kvøld, um teir skulu blanda seg uppí stríðið um meistaraheiti. HB er á øðrum plássi við fimm stigum færri enn NSÍ. Teir reyðu og svørtu úr Havn eru á vitjan á Toftum. Tí kunnu úrslitini í kvøld koma at geva eina greiða ábending um hvussu oddurin kemur at síggja út, tá kappingin endar.

 

Hinir báðir dystirnir eru millum B36 ? FC Suðuroy og B71 ? Víking. Allan Mørkøre stendur fyri fyrstu ferð á odda fyri B36 liðnum. FC Suðuroy fekk í vikuskiftinum eina nýggja vón í niðurflytingarstríðinum, tá teir vunnu á B36. B71 er í fríum fall og hevur tapt stór seinastu dystirnar, meðan Víkingur nærkast toppinum aftur.

 

Rás 2 fer at siga frá dystinum EB/Streymur-NSÍ og FC Suðuroy-B36. Byrja verður at senda eftir tíðindini klokkan 17.00.