– Eg havi tikið eina avgerð og hon stendur við. Tað sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin í morgun. Fyri bara 10 mánaðum síðani varð settur at verða landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin. Fólkaflokkurin er við á missa takið í Havnini, sum er nógv tað størsta valstaðið og sum sostatt hevur avgerðandi týdning fyri úrslitið av einum vali. Og eitt endamál við at seta Sólvit E. Nolsø í landsstýrið, var nettupp fyri at verða við til at tryggja framtíðina hjá flokkinum í Havnini.
Tí kom tað dátt við, tá ið hann kunngjørdi í gjárkvøldið, at hann fer ikki at stilla upp til løgtingsvalið 8. desembur. Sjálvur dylur hann ikki fyri, at tað eru innanhýsis ósemjurnar í flokkinunm, sum hava fingið hann at taka hesa avgerðina.
Innanhýsis ósemjan í flokkinum kom rættiliga fram í ljósið í gjár, tá ið Christian Andreasen, floksformaður, brádliga legði frá sær av ósemju í flokkinum. Hann sigur, at hann fekk ikki undirtøku fyri arbeiðnum at modernisera flokkin og tískil takkaði hann fyri seg. Og í kjalarvørrinum á tí boðaði Sólvit E. Nolsø frá, at hann fer ikki at stilla upp til løgtingsvalið 8. desembur, tí hann tekur ikki undir við tí vonginum í flokkinum, sum feldi Christian Andreasen.
Men síðani tók avgerðina, broytti Fólkaflokkurin støðu í ymsum málum, tí seint í gjárkvøldið kunngjørdi flokkurin, at nú fingu tingfólk floksins frælsi at atkvøða eftir síni egnu sannføring í etiskum málum. Samstundis er eingin loyna, at tað eru valdsmiklir politikarar í Fólkaflokkinum, sum ikki vilja vita av Anniku Olsen, men í gjárkvøldið kunngjørdi Fólkaflokkurin eisini, at Annika Olsen var valkomin at stilla upp til løgtingsvalið.
Men Sólvit E. Nolsø sigur, at hetta hevur ikki fingið hann at broyta støðu og sostatt liggur framvegis fast, at hann stillar ikki upp til løgtingsvalið hesa ferð. Men hann er framvegis limur í flokkinum, og hvussu verður í framtíðini veldst um, hvussu støðan verður tá. Hann sigur, at nakað hevur verið tosað um eina ósemju um etisk mál, og ein konservativan og ein liberalan vong í Fólkaflokkinum. Men hann sigur, at so einfalt er tað ikki, tí ósemjan stingur djúpari enn so.
– Tað kann eisini vera eitt stríð ímillum Havnina og útjaðaran, sigur Sólvit E. Nolsø, men hann vil ikki í smálutir við teimum ósemjum, sum eru. Men hann dylir ikki fyri, at hann tók undir við arbeiðnun hjá fráfarna formanninum, Christiani Andreasen um at modernisera flokkin. Tá ið Christian Andreasen ikki fekk undirtøku fyri tí, legði hann frá sær.
Og Sólvit E. Nolsø sigur, at arbeiðið, Christian Andreasen fór undir, var eitt neyðugt arbeiði og tá ið tað ikki bar á mál, tí heldur hann ikki, at hann kann stilla upp - og tað stendur hann við. Kósin hjá Christiani Andreasen var tann rætta, men tað druknaði í øllum møguligum, og fekk ikki undirtøku og tí tók eg hesa støðuna, sigur Sólvit E. Nolsø.