Avgjørdu fyri steðgin

Føroyska hondbóltslandsliðið kom ongan tíð av álvara í nær námind Bosnia-Herzegovina, tá seinasti dysturin í EM-undankappingini varð spældur

Hondbóltur

 

Føroyska manslandsliðið í hondbólti endaði leygardagin sína luttøku í EM-undankappingini.

Mótstøðuliðið hesa ferð var Bosnia-Herzegovina, sum ikki verður styrkismett millum tey heilt sterku liðini í bólkinum, men mótstøðan var tó ríkiliga stór fyri okkara menn.

Í mun til fleiri av hinum dystunum, sum føroyska liðið hevur spælt, so eydnaðist tað als ikki okkara at fáa nakað tak um dystin hesaferð.

Bosnia bumbaði føroyska málið sundur og saman fyri steðgin, og so munaði tað lítið, at okkara komu betur við seinna hálva tíman. Tá kundi mótstøðan eisini loyva sær at seta ferðina nakað niður, tí í vanda var sigurin ongantíð.

Soleiðis endaði fyrsta luttøkan á hesum sinni uttan stig hjá okkara hondbóltsmonnum.

Russland vann okkara bólk við 18 stigum. Serbia, sum eisini kemur við til endaspælið, vann 15 stig, Bosnia-Herzegovina fekk 13 stig, Schweiz hevði 9 stig. Italia 5 stig og Føroyar endaðu altso niðast uttan nakað stig yvirhøvur.