Í Týsklandi hevur løgreglan sent boð eftir fleiri víðgongdum á høgravonginum, og sum hava tilknýti til tann nýnazistiska flokkin NPD, tí løgreglan vil fegin vita, hvat samband tey hava havt við norska drápsmannin Anders Behring Breivik.
Týska vikublaðið Der Spiegel veit at siga, at í telduni hjá Breivik hevur norska løgreglan funnið ein lista við teldupostadressum hjá fleiri týskum nýnazistum.
Formaðurín í NPD-deildini í Norðurbayern er ein teirra, sum hava fingið boð um at koma til avhoyringar, men hann ætlar sær ikki at møta.
-Eg veit einki um handan norðmannin og havi tí einki at sigla løgregluni um hann, sigur lokalformaðurin við Der Spiegel.