Nakrir leiðarar í Evropa hava avlýst ætlaðar ferðir til Ukraina fyri at mótmæla teirri viðferðini, sum fyrrverandi forsætisráðharrin, Julia Timosjenko, hevur fingið frá myndugleikunum.
Formaðurin í ES-nevndini, Jose Manuel Barroso, hevði ætlað sær til Ukraina á Euro 2012-ráðstevnuna har í næsta mánað, men í gjár kunngjørdi talskvinna hansara, at ferðin er avlýst. Somu boð eru komin frá týska kanslaranum, Angelu Merkel, og frammanundan hava forsetarnir í Kekkia, Italia, Eysturríki, Slovenia og Týsklandi givið avboð.
Julia Timosjenko (myndin) sigur, at hon hevur fingið ringa viðferð í fongslinum, har hon er eftir at hava fingið sjey ára fongsulsrevsing fyri valdsmisnýtslu. Um stutta tíð kann hon vænta sær ein dóm fyri skattasvik afturat. Andstøðufólk í Ukraina og politikarar í fleiri londum siga, at rættarmálini ímóti henni eru politisk og hava einki við løgfrøði at gera.