Avreiðingarnar enn søguliga lágar

– Tó nakað frægari í 2016 enn í 2015

Avreiðingarnøgdin og avreiðingarvirðið hevur verið støðugt lágt seinastu nógvu árini. Betri fiskiár vóru frá aldarskiftinum fram til 2007. Í miðal var nøgdin tilsamans góð 125 túsund tons hesi árini. Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið um 75 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd smá 75 túsund tons, sum er eitt vet frægari enn í  2015.

 

Tað skrivar Hagstovan.

 

– Avreiðingar kalla vit alt tað, sum verður skrásett um avreiðingarskipanina. Hetta verður eisini umtalað sum feskfiskaveiðan. Í avreiðingunum er allur fiskiskapur hjá føroyskum skipum og bátum á føroyskum sjóøki, føroyska veiðan í íslendskum sjóøki og fiskiskapurin á Flemish Cap. Uppsjóvarfiskur er ikki við í hesi uppgerð.

 

Gongdin í avreiðingarvirðinum fylgir ikki altíð gongdini í avreiðingarnøgdunum neyvt. Fyri virðið eru fiskaprísirnir avgerandi. Avreiðingarvirðið er eisini fallið seinastu árini. Avreitt varð fyri um 1,2 milliardir í miðal árini 2000-07. Seinastu fimm árini hevur miðal avreiðingarvirðið verið 750 millliónir. Í fjør varð virðið smáar 900 milliónir, sum er 5 prosent ella góðar 37 milliónir betri enn í 2015.

 

Meira kann lesast um málið á heimasíðuni hjá Hagstovuni, við at trýsta her