Jákup Mikkelsen:
Jákup Mikkelsen stóð á odda fyri føroyska landsliðnum í dystinum ímóti Fraklandi í fyrsta dystinum, eftir at Óli Johannesen gavst á landsliðnum. Og sjálvt um heili seks mál fóru ígjøgnum hjá roynda málmanninum, so kann Jákup tó ikki beinleiðis lastast fyri nakað av málinum, men tað hevði verið gott við onkrari bjarging afturat, so at tapið ikki gjørdist so stórt.
Christian Høgni Jacobsen:
Hóast Christian Høgni áður hevur roynt seg á høgra bakki á landsliðnum, so er hetta ikki eitt vanligt pláss fyri áleyparan. Hann kom heldur ikki serliga væl frá dystinum. Hann má taka tað fyrsta málið á sín kappa, samstundis sum Frakland ferð eftir ferð spældi seg ígjøgnum í hansara síðu. Fram eftir vøllinum vísti Christian Høgni onkrar ferðir sínar dygdir, og í seinna hálvleiki skapti hann onkran kjans til Føroyar.
Jón Rói Jacobsen:
Jón Rói hevði ongan kjans at steðga Ribery, tá hann fór fram við honum í sambandi við fyrsta máli, og men í øðrum førum gekk heldur betur hjá Jón Róa. Tá seks mál fara ígjøgnum, kann ein verjuspælari ikki verða nøgdur, hóast Jón Rói ikki var veikasta liðið í verjupartinum.
Fróði Benjaminsen:
Fróði var millum teir frægu hendan dystin, men nú Óli Johannesen er burtur, liggur enn størri ábyrgd á Fróða at stýra verjupartinum, og her eigur Fróði at gerast betur og taka meira fatt. Hann stríddist væl, var sterkur í nærdystinum, og kláraði seg eisini hampuliga væl í luftspælinum ímóti sterku fransmonnunum.
Einar Hansen:
Einar Hansen fekk sín fyrsta landsdyst ímóti Fraklandi, og hann hevði tað trupult í pørtum av dystinum. Var óheppin við fleiri av sínum avleveringum og hevði ikki skjótleikan til at temja álopssinnaða Sagna á vonginum. Tað sást í løtum, at her var talan um fyrsta dystin hjá unga verjuspælaranum.
Símun Samuelsen:
Símun royndi av øllum alvi at kempa á høgra vongi. Hann fekk tó ikki serliga nógv at arbeiða við, og tí var tað ikki lætt hjá vágbinginum. Hevði størsta kjansin hjá Føroyum í dystinum, men rakti tíverri beint við síðuna av.
Súni Olsen:
Súni kláraði við hvørt at halda upp á bóltin á miðvøllinum, men hann hevði ov nógvar skeiva avleveringar – onkuntíð upp á tvørs av vøllinum – og tað skapti vandamiklar støður. Hann hevði onkra skotroynd úti frá, men einki var at síggja til tiltikna skotteknikkin hjá gøtumanninum – og tað var staðfest, tá hann sendi fríspark úr góðari støðu himmalhøgt upp um málið.
Mikkjal Thomassen:
Helst vánaligasta avrikið hjá Mikkjal, síðani hann gjørdi rimmar comeback á landsliðnum. Tóktist tungur, var ikki líka tryggur á bóltinum, sum hann plagdi at verða, og hevði tað annars trupult í nærdystinum við teir fimu fraklendingarnar. Hálvvánaliga avrikið var eisini staðfest við eini útskifting í seinna hálvleiki.
Hjalgrím Elttør:
Fyri fyrstu ferð í fleiri ár var Hjalgrím Elttør at finna í millum fyrstu 11 spælararnar á landsliðnum, men hann kom ikki serliga væl frá dystinum. Hann tóktist næstan at verða ótryggur fyrstu løtuna, skapti lítið fram eftir vøllinum, og flutti nakrar ferðir bóltin heldur ótrygt til viðspælarar. Tikin út í hálvleikinum, og harvið gjørdist tað ikki til nakað minniligt hjá comeback hjá spælaranum, sum hevur víst stórform á NSÍ-liðnum í ár.
Rógvi Jacobsen:
Rógvi Jacobsen fekk ikki nógv at arbeiða við uppi í álopinum. Hann bardist um teir bóltarnar, sum komu í nánd, og hann vann eisini nógvar luftbóltar ímóti fransmonnum. Hann hevði onkran smávegis kjans í dystinum, og legði upp til ein stóran til Christian Holst, tá hann longdi bóltin við høvdinum. Tóktist verða ein av teimum fáu, sum veruliga royndi at stríðast allatíðina.
Christian L. Holst:
Christian Holst var ofta heldur seinur í mun til fransmenninar, tá hann rak fram eftir vøllinum, og hetta gjørdi eisini, at hann misti onkran bólt. Holst var millum teir frægaru, men hann var ikki í tí formi, sum hann vísti í dystunum ímóti Italia og Skotlandi fyrr í ár.
Bergur Midjord:
Bergur kom inn í hálvleikinum fyri Hjalgrím. B36-spælarin kom betri frá dystinum enn Hjalgrím. Bergur arbeiddi væl og royndi fleiri ferðir at bjóða av í vinstra borði. Tað kom ikki altíð so nógv burtur úr, men Bergur royndi hóast alt.
Rókur av Fløtum Jespersen:
Rókur fekk eisini sín fyrsta landsdyst, tá hann kom á vøllin fyri Mikkjal. Rókur var ikki á vøllinum serliga leingi, og tí er ilt at døma um innsatsin hjá honum. Tær ferðirnar hann fekk bóltin, dugdi hann tó væl at sleppa sær av við hann.
Andrew av Fløtum:
Andrew fekk bert teir síðstu 10 minuttirnar á vøllinum, tá hann kom á vøllin fyri Símun Samuelsen. Tað var ikki nógv, men sá til Andrew, og tí ber ikki til at døma um hansara innsats.