Andalig armóð!
Við tveimum orðum lýsir Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðingur við Fróðskaparsetur Føroya, sína hugsan um málburðin herfyri í løgtinginum. Vit hava biðið hann sagt sína hugsa um føroyska kjakmentan, nú bløðini skriva um óhepnar samanberingar.
Seinasta dømið, tá løgtingskvinnan Katrin Dahl Jakobsen samanbar landsstýrismannin Høgna Hoydal við Hitler, heldur hann vera tað grovasta, hann hevur hoyrt á tingi. Okkurt líknandi hevur áður verið í bløðunum, men úr løgtinginum heldur hann seg ikki hava hoyrt nakað, ið kann samanberast.
? Hetta er eitt tekin um desperatión, frustratión og eitt vantandi álit á egna argumentatiónsmegi. Hon meinar tað neyvan í fullum álvara, at Høgni Hoydal er ein paralellur við Hitler. Tað vísir, at tú skalt vera sera varin, tá tú gert samanberingar. Brúkar tú myndir, so skal tað gerast ordiligt. Annars vendir myndin aftur til tín og rakar teg sjálvan, tí nú kunnu fólk ákæra hana fyri propagandametodur, sigur Eyðun Andreasen.
Slík próvførsla í tinginum er skaðilig fyri fólkaræðið í nógvar mátar, heldur fólkalívsfrøðingurin. Tað dregur uppmerksemi burtur frá tí evninum, ið kjakast verður um. Tað tokuleggur heldur enn forklárar tað, sum skal koma fram.
? Hetta førir burtur frá tí idéala orðaskiftinum, sum byggir á fríar, intelligentar samrøður, sum menna spurningar, ið vit kunnu taka støðu til. Sjálvandi skal tað ikki vera keðiligt at lurta eftir løgtinginum, og tí eiga vit eisini at tola eitt sindur av, men tað skal valdast, sigur Eyðun Andreasen.
Leys av søguni
Síðstu árini hava verið fleiri dømi um, at politikarar eru farnir út um mark. At kalla ein landsgrannskoðara fyri ein gemenan bókhaldara er bara vanligt fornermilsi. At kalla løgmann ein danskan leigusvein er verri. Kallar tú fólk quislingar ella landasvíkjarar fert tú uppaftur longri. Men tá tú fert til at samambera við heimsins bølmenni, so er farið langt út um mark, heldur Eyðun Andreasen.
Spurningurin er, hví tað hendir í Føroyum, tí tað er púra óhugsandi aðrastaðni, at slíkt kemur fyri, uttan at tað verður átalað í stundini og stór gøla spyrst burturúr.
? Tað er óhugsandi, at hetta hevði hent í Svøríki, Týsklandi ella Danmark. Kanska er tað tí, at vit ikki hava verið í sambandi við hasa søguna, sum enn setir djúp sár í Evropa, og ikki hava kent hana á egnum kroppi. Kanska er tað eisini vantandi vitan. Men helst er tað ein desperatión yvir, at tín argumentatión ikki ber frukt, og tí tekur tú til harðari orð, sigur Eyðun Andreasen.
Einki nýtt
Hetta er kortini einki nýtt í Føroyum, leggur Eyðun Andreasen dent á. Hann nevnir eitt dømi um, at Petur Mohr Dam einaferð segði Rikard Long vera nasist. Tað málið endaði í rættinum. Janus Djurhuus førdi sakina fyri Rikard, sum vann málið.
Eyðun Andreasen heldur, at tað er sjálvstýrismálið, sum vekir so sterkar kenslur í fólkinum at tey taka so rívan til.
? Tað er ein gomul traditión í Føroyum at samanbera sjálvstýrisfólk við nasistar. Vit síggja ein mann, sum er í bløðunum í somu ørindum í hesum døgum. Tað verður brúkt í argumentatiónini, at markið millum vanligar tjóðskaparkenslur og ekstrema nationalimsu er flótandi. Sjálvstýrismálið elvir til sterkar kenslur, og stríðið hevur staðið á, síðan vit fingu floksbýti. Tað hevur verið ein mótsetningur í fólkinum í eina heilda øld, og tað verður ikki loyst, fyrr enn vit finna eina semju ella taka loysing, sigur Eyðun Andreasen.
Tann breiða semjan hevur verið eitt afturvendandi gandaorð hesi árini. Men trupulleikin er, at viljin at finna semjuna er sjálvdestruktivur. Tey somu fólkini, sum siga seg vilja semjuna, forða fyri henni.
? Samanbert tú ein mann við Hitler, so sigur tú samstundis, at tú ikki vilt samstarva við hann. Tí eingin vil samstarva við Hitler, og tí er hetta eitt tekin um, at vit neyvan fáa nakra semju, tí hesi fólk makta ikki at finna semjuna, sigur Eyðun Andreasen.
Bløðini verri
Eitt er orðaskiftið á løgtingi. Eitt annað er orðaskiftið í bløðunum, sum fólkalívsfrøðingurin heldur er á einum uppaftur lægri støði.
? Bløðini eru ofta grovari, og eg haldi at redaktørarnir skuldu tikið ábyrgd. Tað gera teir ikki, og onkuntíð ganga teir enntá á odda. Nógv av tí, sum sleppur framat í føroyskum bløðum, hevði ikki sloppið framat aðrastaðni. Her sleppa fólk at leggja fram ákærur uttan at føra prógv fyri sínum pástandum, og alt kemur við, sigur Eyðun Andreasen.
Tað er ein styrki við føroyska demokratinum, at tað er lætt at sleppa til orðanna. Hinvegin er tað at gera fólkaræðinum eina bjarnatænastu at loyva øllum ígjøgnum sensurin. Tað førir kanska til, at summi halda seg aftur, tí tey kunnu enda í sama leypi ella vera álopin fyri síni sjónarmið.
? Redaktørar hava størri vald enn nakar tingformaður. Men teir misskilja sína ábyrgd, haldi eg. Teir halda seg avmarka tað fría orðaskiftið, um teir forða ávísum sjónarmiðum at sleppa framat. Teir eru bangnir fyri at vera ákærdir fyri sensur, men tað eiga teir at tola, tí teir hava so stórt vald, sigur Eyðun Andreasen.