Tórshavnar kommuna hevur nú skrásett allar lutirnar í býarsavninum hjá Birgari Johannesen, og væntandi verður avtala um at kommunan yvirtekur býarsavnið undirskrivað í næstum.
Sigurð Ó. Vang, sum er leiðari á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at talan er um fleiri enn túsund lutir, og at nú er komið á mál við skrásetingini. Hann sigur seg vænta, at ein avtala verður gjørd beint eftir páskir við Birgar Johannesen, sum tók stig til savnið og hevur rikið tað.
Síðani í fjør hevur Tórshavnar kommuna latið býarsavninum hjá Birgari Johannesen eitt ískoyti til leiguútreiðslurnar hjá býarsavninum. Tað leigumálið fer úr gildi í summar. Og nú avtala verður gjørd um at yvirtaka allar lutirnar í savninum, verður býarsavnið partur av samlaða virkseminum hjá Tórshavnar Býarsavni.
Tórshavnar Býarsavn hevur ikki fast framvísingarhøli, sum er, men hesum verður arbeitt við, sigur leiðarin á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Hann vísir eitt nú á, at nógv høli hjá kommununi verða tøk um eitt ella tvey ár, tá Musikkskúlin og Skúlin á Fløtum verða lidnir.
- Okkurt av hesum hølum kann møguliga koma upp á tal til Tórshavnar Býarsavn, ella tøku hølini kunnu loysa upp fyri øðrum møguleikum, sigur Sigurð Ó. Vang.
Tórshavnar Býarsavn hevur eitt goymsluhøli, og til eitt fast høli verður útvegað savninum, er ætlanin at hava eitt slag av flytisavni, har skipað verður fyri evnisframvísingum í ymiskum hølum hjá kommununi. Eitt møguligt høli til slíkar framvísingar er Aulan í Finsen og eisini Müllers Pakkhús.
Sigurð Ó. Vang sigur, at okkurt er í umbúna, og at ein slík evnisframvísing væntandi verður seinni í ár.
Tórshavnar kommuna søkti í farnu viku eftir leiðara til Tórshavnar Býarsavn, sum formliga hevur virkað síðani 1987. Býarsavnið hevur eitt nú útgivið fimm bind av Havnar søgu, og tað sætta bindið verður klárt í vár. Tórshavnar býaratlas er eisini gjørt og er partur av arbeiðnum, sum kommunan hevur lagt í at varðveita jarðføst fornminni. Nú verður so farið til eitt meira útvent býarsavn, sigur leiðarin á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu.